– Vit hava øll vitað tað, og tú hevur eisini vitað tað, ella í øllum førum hildið og gitt. Tað er eingin ivi um, at skipini njósnast. Hatta eru statsrikin skip, sum fáa boð um at gera tað, sigur Jenis av Rana, fyrrverandi uttanríksiráðharri.
– Tað er ikki av ongum, at eg havi verið so nógv ímóti, at vit hava loyvt russiskum skipum at koma í føroyskar havnir. Men eg havi staðið einsamallur politikkari í nógvum kjakum, sigur hann og leggur afturat:
– Vit kunnu so siga, at hinir njósnast eisini, Nato og amerikanarar. Vit mugu ikki vera so naiv, at vit ikki vita tað. Sjálvandi, ein njósning viðførir mótnjósning, soleiðis er spælið, sigur fyrrverandi uttanríkisráðharrin, sigur hann.
Men fyrrverandi uttanríkisráðharrin undrast á, at onkur vil vera við, at vit ikki kunnu fara umborð á skipini og kanna tey.
– Hatta er ein undanførsla, sjálvandi kann løgreglan tað, sigur Jenis av Rana.
– Eg dugi ikki at síggja, hvat í verðini skuldi forða tí, at løgreglan kannar skipini, um hildið verður at tað gongur eitthvørt illgrunasamt fyri seg.
##med2##
– Og tað er tann sami illgrunin, sum øll hava, sigur Jenis av Rana, sum leggur afturat, at hetta var eitt tað fyrsta hann spurdi um á sonevndu »kontaktudvalgsfundunum« millum føroyskar og danskar ráðharrar.
– Tá spurdi eg nettupp PET um akkurát hatta har, hvussu er við teimum russisku fiskiskipunum í Føroyum?
Jenis av Rana sigur, at hann hevur tagnarskyldu frá hesum fundum og kann ikki siga, hvat hann fær at vita frá PET, men hann fekk tað svarið, sum hann heldur, at vit øll innast inni vita.
Og so kunnu vit gera ta niðurstøðu, at Jenis av Rana fekk at vita frá PET, at so er, at russar njósnast.
– Tað er avmarkað, hvat eg kann siga, men man skal vera heilt ótrúliga naivur fyri at siga, at teir bara fiska.
– Eg havi onga orsøk at halda annað, enn at russar njósnast í stórum stíli, og tað er løgið, um onkur heldur nakað annað. Siglingarmynstrið er kannað, og teir liggja og sigla yvir har, sum kaðalar liggja. Vit hava eisini fingið tað at vita frá øðrum Nato-fólkum, søgan er tann sama aðrastaðni. Og hví eru so nógv Nato skip og kavbátar um okkara leiðir? Tað er sama orsøk, sigur Jenis av Rana.
– Teir fylgja við teimum russarum, sum hava løgin mynstur. Hetta eigur ikki at koma óvart á nakran, og eg skilji ikki, hví løgreglan ikki kann fara umborð at kanna viðurskiftini, um teir hava illgruna um eitthvørt illgrunasamt, sigur Jenis av Rana.
– Mær dámar væl at hoyra hetta, sum nú kemur fram. Tí eg hava ongantíð ivast í tí, eg havi onga grund havt til at ivast í tí, og tí ynski hesar bátarnar burtur úr føroyskum sjóøki beinanvegin og føroyskum havnum.
##med3##












