Ernie Haase og Signature Sound eru komnir

Bólkurin sum er væl kendur frá Gaither-tónleikasamtakinum lendi vesturi í Vágum fyrr í kvøld Konsertferðin hjá Ernie Haase og Signature Sound kring Europa er annars hálvrunnin Í gjárakvøldið framførdu bólkurin í Noregi.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 byrjar spennandi konsertin við Gaither-bólkinum Ernie Haase & Signature Sound í Kelduni í Skálafirði. Og GJAMMA-Live boðar nú frá, at góð grund er at møta tíðliga og tryggja sær eitt gott pláss, tí longu klokkan 18 lata dyrnar í Kelduna upp.

 

Klokkan 18.30 lata dyrnar í konserthøllini upp, og kl. 19 fara fløguaktuellu Jóannes S. Hansen og Monica Stauss Joensen á pallin.

 

Konsertin við Ernie Haase og Signature Sound byrjar stundisliga kl. 20.00. Ernie Haase og hansara menn eru kendir fyri at hava góðar og drúgvar konsertir, so skal tiltakið enda í hampuligari tíð, er neyðugt at fólk eru í Kelduni í góðari tíð.

 

Frá fyrireikarunum verður annars sagt, at enn eru atgongumerki til konsertina at fáa á heimasíðuni gjamma.com, ebillett.fo og á ferðaskrivstovuni Faroe Travel í Tórshavn.

 

Forsølan endar á midnátt - ikki seld atgongumerki verða at fáa við dyrnar í Kelduni frá klokkan 18 í annaðkvøld.