Erling og Páll koppaðu toppliði

Vanløse endaði við at vinna 2-0 á Avarta, sum er nummar fýra í deildini og einans trý stig frá fremsta plássinum.

 

Við føroyskum brillum er vert at hefta seg við, at Páll Klettskarð ikki byrjaði inni. Hann hevur ikki verið heilt so skarpur seinastu dystirnar sum hann var fyrr í ár, men fekk tó góðar 15 minuttir á vøllinum.

 

Annars er málið hjá Vanløse til 1-0 eisini vert at hyggja nærri at. Staddur á baklinjuni eydnast tað Kenni Pedersen at skjóta bóltin upp um málverjan og í málið. Málið sæst á vanloeseif.dk.