Erik Ludvigsen:25 ferðir við Skipafelagnum

Í gjár, mánadagin 8. september, kom danski løgfrøðingurin Erik Ludvigsen fyri 25. ferð til Føroya við farmaskipi hjá Skipafelagnum Føroyar. Hesaferð við Lómi.

Erik Ludvigsen er 78 ára gamal, hann er føddur í Havn í 1925. Foreldrini vóru Erna og Knud Ludvigsen, tey vóru bæði donsk. Pápin var stjóri í Føroya Banka frá 1922-1945. Familjan búði í ovastu hæddini í bygninginum hjá Føroya Banka í Havn, sum tá var í Tórsgøtu, har sum Tilhaldið er í dag. Tey vóru trý systkin, Erik og ein tvíburasystir og ein eldri beiggi. Tey fluttu til Danmarkar at búgva í 1945.
Erik býr í Aalborg, hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur undirvíst á handilsskúlanum og á universitetinum í býnum.
Frá 1945 til 1980 var hann bert tvær ferðir í Føroyum, hetta var í 1972 og 1979. Men síðan 1980 hevur hann nú ferðast 25 ferðir við farmaskipunum hjá Skipafelagnum millum Danmark og Føroyar. Erik sigur, at honum dámar best hendan mátan at ferðast uppá, man fær líkasum sálina við sær. Man merkir at man er umborð á einum skipi, tá man fær sjóverk. Tá man er umborð á einum arbeiðsskipi, merkir man veruliga, hvat tað er at sigla. Í staðin fyri at ferðast við einum luksusleinara við øllum hentleikum, sigur hann.
Hann er sera væl nøgdur við tænastuna, hann hevur fingið umborð á bátunum hjá Skipafelagnum hesi árini. Hann hevur ofta havt vinir og familju við sær. Hendan túrin, sum er jubileumstúrurin hjá honum, fekk hann ferðaseðilin ókeypis.
Tá vit spyrja Erik, hví hann ferðast so ofta til Føroya, sigur hann, at hann er føddur í Føroyum og búði her 20 tey fyrstu árini av lívinum, og tey seinnu árini hevur honum longst so nógv eftir at koma til Føroyar, eldri hann blívur, meira leingist honum til landið, har hann varð føddur og vaks upp, sigur hann.
Erik hevur eisini verið próvdómari í vinnulívsrætti á Handilsskúlanum í Havn og í Kambsdali. Onkur kennist ivaleyst við navnið, tí Erik hevur síðan 1997 skrivað lesarabrøv í Dimmalætting um ymisk politisk viðurskifti. Hann var eisini við til at stovna Føroyingafelagið í Aalborg fyri 25 árum síðan, og er hann enn virkin í felagnum.
Erik er giftur við danskari konu, Inger, sum er úr Keypmannahavn, tey eiga tvey børn, ein son og eina dóttir, sum bæði búgva í Keypmannahavn. Inger og Erik eiga fimm ommu- og abbabørn.
Erik Ludvigsen fer aftur til Damarkar við Lómi fríggjadagin. Vit kunnu leggja afturat, at Lómur eisini er 25 ára gamal, hann kom fyrstu ferð á Havnina 25. apríl 1978.