Erasmus Montanus og Rolf Guttesen/Virgar Dalsgaard

Tú kanst lumpa alt fólkið eina tíð,
og ein part av fólkinum alla tíðina, men tú kanst ikki lumpa alt fólkið alla tíðina.
Abraham Lincolm

Inngangur.
Tað var einaferð um miðjuna av seinasta árhundrað, at 2 evnaríkir ungir føroyskir studentar fara niður at lesa til tess at vera landinum at gagni og fólkinum fyrimyndir og vitar.
Teir gerast lidnir við sín lesnað, fáa embætisprógv og glíða stillisliga inn í tann danska akademiska heimin.

Meðan teir soleiðis undir og aftaná lesnað ganga á asfaltinum í Keypmannahavn, verða teir brádliga drignir inn í meldurin av ideologiskum hvirlum, sum ídag verður kallað 68 uppreisturin, og sum kann taka sjálvt tann besta av fótum, og hugfarðsliga fáa ung fólk at fara undir nýhugsan og endurskapan av samfelagnum.
Um hesa tíðina er óført at vera mitt í turbulensinum í stórbýnum og vera við í øllum hesum nýggja – vit hugsa um Beatles, Bob Dylan, Rolling Stones og fleiri....... fríheitin er nærmast uttan mørk, og ungdómurin hevur fingið loyvi til at vera til.

Onki er at siga til, at hesir báðir idealistisku og vællisnu ungdómar gerast hugtiknar av tíðarrenslinum og verða knýttir at nýggjum ideologiskum rørslum, ofta við uppruna í tí føroyska umhvørvinum í Keypmannahavn - altso ein diasporarørsla ætlað til at verða fosturlandinum (t.e. Føroyar) at gagni.
Í hesum umhvørvi er hugburðurin sjálvstýri, líkarættur og tað klassaleysa samfelagið.

Men tíðin gongur, og ungdómsins idealisma kann kámast og helst eisini fjarða heilt burtur, og fosturlandið kann til síðst eisini gerast eitt heldur kámt og lítiðsigandi hugtak – ja, kann fyri tann intellektuella gerast ein anakronisma, um so er, at ein ikki er partur av heimaumhvørvinum - í hesum føri Føroyum.

Hvussu var og ikki við hesum báðum okkara studentum er ilt at siga, men vit hava tey nógvu seinastu árini merkt rákan og hugflogið av teimum í føroyskum bløðum – ikki hissini ráki, ikki hissini hugflog.....

Aftaná at hesir okkara ungdómar, sum nú eru í 60unum, og sostatt ikki eru ungdómar longur, og hava verið 40-50 ár í diasporu, kanska eru vorðnir nakað fjarðir, hvat viðvíkir at hava alsk til tað verandi Føroyar, men helst er nærri knýttir einum tanka um tær gomlu Amtsføroyar, er onki at siga til, teir búgva jú ikki her.

Men!
Hvussu ber tað til, at hesir báðir við vitskapiligari útbúgving og góðum akademiskum størvum ikki duga at bera teirra boðskap fram í vísindarligum ella seriøsum høpi í føroyskum fjølmiðlum, men framføra púra subjektiv hugarensl um alt tað, sum hevur við føroyskt medvit og samleika at gera?
Orsøkin kann verða, at okkara studentar (Rolf og Virgar) sum onkur hevur framført, hava verið so leingi burtur, at teir av ósketni hava mist alt samband við tær nýggju Føroyar.

Erasmus Montanus.
Í seinastuni hevur Rolf Guttesen lagt eftir Oddvør Johansen og øðrum, og ákærir tey fyri, í sínum innleggi í bløðunum, ikki at vera nágreinilig og kanska ov lítið vísindarlig, til hetta er at siga at framførðslur og prógvførðslurnar hjá studentunum báðum (Rolf og Virgar) eru meinlíkar teimum sum Erasmus Montanus framførir yvirfyri heimafólkinum:
At vera fullur er gott, tí ein fullur sovnar, tann sum svevur syndar ikki, ergo syndar tann fulli ikki.
Hetta skal skiljast so, at í heimsmynd Rolf´s og Virgar´s eru bara mistøk, óndskapur og terrorisma hjá tí føroysku sjálvstýrisrørðsluni, prógvførðslan er sum tann hjá Erasmus Montanus. Alt tað á sambandsleið er gott.

Hví!
Hvussu ber tað til, at í aðrar mátar fornuftigir menn fara so út eftir tangentinum, at teir gerast í øðini, fara í berserkaragongd og kalla føroyskar mótmælisgongur fyri terrorismu, meðan somu mótmælisgongur á Ráðhúsplássinum og uttanfyri Christiansborg eru sunnheitstekin hjá demokratinum. Hvat er munurin her?
Jú munurin her er sum eg dugi at síggja sambart studentunum báðum, at í Føroyum er málið nationalisma – man merkt die absicht und ist verstimmt.

Hvat er galið við tí føroysku sjálvstýrisrørðsluni (les: Sjálvstýrisflokkinum, Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum) - eru teir ikki fólkavaldir?
Og hvat er so gott við sambandsrørðsluni (les: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin) - eru teir ikki eisini fólkavaldir?

Post scriptum.
Nógv kann verða sagt afturat um ókritisku og einsíðugu skriving studentanna (Rolf´s og Virgar´s), men lat tað fara.
Eg fari ikki at skriva meira hesafer, og eg fari heldur ikki inn í nakað blaðtjak við nakran av nú post-studentunum, tí teir eru, sum Oddvør Johansen sigur, passé – hoyra eini aðrari tíð til.