Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka,, átti fyrsta spurningin í dag.
Hon vildi vita um landsstýriskvinnan við heilsumálum heldur, at tað er betri at vera blindur enn deyvur, tí tað hevur eftir øllum at døma verið hugburðurin hjá undanfarnum landsstýrisfólkum við heilsumálum.
Deyv fáa góða hjálp til hoyritól, meðan sjónveik so at siga ongan stuðul fáa.
Heðin Mortensen, javnaðarflokkurin, helt at spurningurin var áhugaverdur, tí tað er so dýrt hjá sjónveikum, sjálvi at gjalda fyri brillur.
Landsst´´yriskvinnan segði seg ikki vera so væl inni í júst hesum reglunum, men at tey alla tíðina arbeiða við at gera viðurskiftini betri - til dømis fáa børn ískoyti til brillur.
Landsstýriskvinnan legði afturat, at hon er samd við spyrjaran og heldur, at viðurskiftini á hesum økinum eiga at verða eftirhugd