Enskir miðlar eru ikki mjúkir ímóti nýggja høvuðsvenjaranum hjá Manchester United, Louis van Gaal.
Og tað hevur ikki gingið væl hjá Manchester United teir fyrstu fimm dystirnar í Premier League. United hevur bert fingið fimm stig í hesum fimm dystunum. Í farna kappingarárið megnaði David Moyes at fáa sjey stig í teimum fyrstu fimm dystunum.
Gamla United-legendan, Gary Neville segði m.a. á SkySports, at verjan og miðvøllurin vóru úrlætnir av Leicester í dystinum ígjár, sum United tapti 3-5, aftaná at hava verið á odda 3-1. Sambært Gary Neville vóru spælarnir hjá United als ikki fyrireikaðir uppá mótstøðuna teir fingu ímóti Leicester.
Blaðið "The Sun" beinleiðis speirekur Louis van Gaal, og skrivar, at hann hevur brúkt eina rúgvu av peningi, og er verri enn David Moyes, sum misti starvið, sum høvuðsvenjari hjá Manchester United í vár.










