Enn er veiðitrýstið undir Føroyum ov stort

Av teimum stóru fiskasløgunum er tað helst upsin sum er í vanda.

Hetta er tann afturvendandi tíðin, tá ið fiskifrøðingar hvørt einasta ár gera seg ó- klárar við báði politikarar, reiðarar og fiskimenn.

Tí hetta er tíðin, táið teir plaga at koma við metingum um fiskiskapin undir Føroyum.

Og hetta summarið verður onki undantak. Tí eins og undanfarin ár, mæla fiskifrøðingarnir aftur til at skerja fiskiskapin undir Føroyum.

Uttan at gera ov nógv burturúr tí tekniska grundarlagnum fyri útrokningunum, skulu vit í heilt stuttum draga tað fram, sum hevur týdning-nevniliga, hvat mælt verður til viðvíkjandi fiskiskapinum fyri komandi ár.

Í hesum umfarið eru tað fiskifrøðingarnir hjá ICES, sum hava kannað fiskastovnarnar. Tilmælini hjá føroysku Fiskirannsóknarstovuni koma seinni.


Ov nógvur toskur

Fiskifrøðingarnir siga um toskin, at veiðitrýstið er ov høgt og er ikki burðardygt í longdini.

Veiðitrýstið tvífaldaðist frá 1995 til 1996, og er enn nakað høgt, hóast tað minkaði eitt sindur aftur í 1997.

­ Men trupulleikin við toskinum á landgrunninum er, at hann hevur borið seg so løgið at seinastu árini, at vanligar stovnsmetingar verða ikki góðtiknar fyri tey tvey, trý seinastu árini, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur.

Tí ber ikki reiðiliga at siga til, hvussu nógv veiðitrýstið skal minkast.

Í fjør søgdu fiskifrøðingarnir at veiðitrýstið skuldi minkast 30% og tað er líkt til, at tað enn er galdandi.

­ Men tað kann gerast yvir nøkur ár, heldur Jákup Reinert

Hinvegin bendir á, at toskurin á Føroya Banka er væl fyri. Tó verður ikki mælt til, at royndin hækkar.


Minkast munandi

Um hýsuna verður sagt, at tað eru at kalla bara tveir árgangir í fiskiskapinum tí 1995 og 1996 árgangirnir eru so smáir.

Tí verður mælt til, at fiskiskapurin eftir hýsu minkar niður í 9.000 tons næsta ár í mesta lagi, helst longur. Í fjør var hann 17.000 tons.


Ongantíð so ringt

Upsastovnurin hevur ongantíð verið so illa fyri, sum hann er nú.

Ongir nýggir árgangir eru at hóma og veiðitrýstið er alt ov høgt. Ti verður mælt til, at upsafiskiskapruin minkar niður í 14.000 tons komandi ár. Tað er 7.000 minni enn metta veiðan í ár.

Annars verður mælt til at fylgja gjølliga við gongdini í dagaskipanini, tí tað eru so nógvar óvissur í henni. ­ Tí ber ikki til at leggja seg fastar á eitt fast dagatal enn, men at gera justeringar, har tað verður neyðugt.