Enn ein ósigur til Fleyr b

Flogbóltur: ÍF fekk tey bæði stigini teir áttur frá Fleyr b

Fleyr b-ÍF 2-0


Tað hevur, milt sagt, verið eitt stak vánaligt ár fyri Fleyr b.

Ikki nóg mikið við, at teir hava tapt allar dystirnar, men meginparturin av manningini er farin av søkkandi skútuni.

Um vikuskiftið hevði Fleyr b vitjan av ÍF og skuldu ungu havnardreingirnir gera sær nakra hóming um stig, so var hetta dysturin.

Men tað var av ongum.

ÍF vann ruddiligan sigur, og tað hevur eftir øllum at døma tað við sær, at ÍF verður verandi í bestu deildini tá árið kemur at enda. Og tað er ikki at gráta um.

Greiðir sigur ÍF?s vísir eisini at FBF, sum nevnt aðrastaðni, má taka málið um tvey lið úr sama felag í somu deild upp til viðgerð, tí hetta ber ikki til.