Enn ein hetjuleiklutur til Christian Bale

Slaturin úr Hollywoodheiminum vil nú vera við, at 34-ára gamli sjónleikarin Christian Bale fær enn ein leiklut sum superhetja.

Sjónleikarin, sum hevur spælt Batman í ?Batman Begins? og ?The Dark Knights? skuldi sambært slatrinum verið fyrsta val til at spæla Dr. Strange í filmútgávuni av teknirøðini hjá Marvel.

 

Ein kelda sigur um hetta:

 

- Christian er sera ?in? fyri tíðina. Doctor Strange er rættiliga øðrvísi enn Batman og man følir, at Christian er ein sjónleikari, sum kann fáa leiklutin at rigga á stóra løriftinum. Í løtuni eru tey við at tosa um sáttmálan, men hann skuldi verið klárur um nakrar vikur.