Endurmenning skal vera fastur partur av krabbameinsviðgerð

Tilboð um endurmenning eiga at verða fastur partur av heildaviðgerðini av krabbameinssjúku, er ein av niðurstøðunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini, nú fyrsta kanningin av tørvinum hjá føroyskum krabbameinssjúklingum á endurmenning er løgd fram

 



Seinnapartin í gjár legði Føroya Felag Móti Krabbameini fram úrslitið av kanning av tørvinum hjá krabbameinsraktum fyri endurmenning. Kanningin er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, og byggir hon á bæði spurnabløð og samrøður. 65 krabbameinssjúklingar hava svarað spurnablaði, meðan samrøður eru gjørdar við 15 sjúklingar og seks avvarðandi. 



Sjúklingurin er serfrøðingur

Kanningin staðfestir í fyrsta umfari, at tørvurin á endurmenning hjá føroyskum krabbameinssjúklingum er stórur. Minst líka áhugavert er tað, at tey tilboð, ið hóast alt eru, ikki eru serliga væl skipað, sum er. Oftast er tað tí upp til sjúklingin sjálvan at leita sær fram ta vitan og tey tilboð um endurmenning, sum kundu lætt nógv um sjúkugongdina .

Karin Heinesen, sosialráðgevi, sum hevur staðið fyri kanningini, vísir í hesum sambandi á, at tað er prógvað, at jú skjótari sjúklingurin fær at at vita, hvat hann ella hon kann vænta, jú betri gerst møguleikin fyri at gerast skjótari frískur - ikki minst, tí sjúklingurin harvið ikki nýtist at stúra so nógv fyri tí ókenda.

Í framhald av kanningini mælir Føroya Felag móti Krabbameini tí til, at endurmenning eigur at vera ein nátúrligur liður í heildarviðgerðatilboðinum, líka frá at diagnosan er sett, til tann sjúkurakti og næstu avvarðandi megna at fáa sum mest burturúr egnari orku í støðuni.

Heilt ítøkiliga mælir felagið til, at øll, sum koma í samband við Landssjúkrahúsið orsakað av krabbameinssjúku, fáa møguleika at útfylla eitt kortleggingarblað, sum hevur til endamáls at vísa á tørvin á endurmenning hjá tí einstaka. Júst á hesum økinum er sjúklingurin serfrøðingur í sínum lívi, og tí eiga tiltøkini at laga seg eftir tørvinum hjá tí einstaka sjúklinginum, fyri at tey skulu gera størstan mun, vísir felagið á. 



Samskipan neyðug

Í tilmælinum verður eisini mint á, at øll tilboð um endurmenning eiga at kunna broytast. Tí uttan mun til kyn, so broytist tørvurin hjá tí einstaka fyri endurmenning. Eisini økist vitanin alsamt um, hvørji tiltøk hava gera mest gagn.

Flestu sjúklingar og avvarðandi vilja sum heild hava ein virknan og ábyrgdarfullan leiklut í sjúkugongdini, men tað setir eisini stór krøv til teirra. Sum tilboðini um endurmenning eru skipað í løtuni, kenna nógv tað so, at ein stór ábyrgd verður løgd á tey, tí tað meir ella minni verður væntað av teimum, at tey sjálv taka sær av at samskipa uppgávur ímillum ymiskar stovnar og ymiskar starvsbólkar. Eisini kann tað taka mótið frá teimum og skapa mishuga, hvørja ferð tey koma í trupulleikar, tey ikki vita, hvagar tey skulu fara við fyri at fáa loystar.

Tí er fyrsta stigið á leiðini at samskipa tey ymsu tilboðini, sigur Føroya Felag móti Krabbameini, sum í næstum fer at venda sær til Almanna- og heilsumálaráðið við sínum tilmælum.