Endamálið er at kroysta lívið burtur úr fleiri skipum

?Bara fólk, sum ikki hava ánilsi fyri fiskiskapi, kunnu finna uppá slíkt. Missir ein lítil bygd ein trolara, fær tað líka álvarsligar avleiðingar fyri bygdina, sum tað hevði fingið fyri Havnina at Landssjúkrahúsið bleiv stongt, sigur Henrik Old

?Tað eru bara fólk, sum ikki hava anilsi av fiskiskapi, sum kunnu finna uppá slíkt.

Henrik Old, framsøgumaður løgtingsins í fiskivinnumálum ivast onga løtu í, hvørja meining hann skal hava um ætlanina hjá landsstýrinum at tvinga lemmatrolararnar upp í fiskidagaskipanina.

Hann sigur, at verða teir tvingaðir upp í, fer tað at taka lívsgrundarlagið undan nógvum trolarum, og sostatt fer tað eisini at taka grundarlagið undan nógvum fiskimonnum.

? Og tað fer sostatt eisini at taka grundarlagið undan nógvum fiskavirkjum og harvið eisini undan nógvum arbeiðsfólki á landi.

?Endaliga niðurstøðan verður tí, at tað fer at taka lívsgrundarlagið undan nógvum føroyskum bygdum, tí missir ein bygd ein trolara, fer tað at fáa líka stórar avleiðingar fyri hana, sum tað hevði fingið fyri Havnina, um Landssjúkrahúsið stongdi.

Henrik Old sigur, at javnaðarflokkurin fer tí undir ongum umstøðum at taka undir við, at lemmatrolararnir verða tvingaðir upp í fiskidagaskipanina.


Kroysta lívið úr fleiri trolarum

Henrik Old sigur, at allar royndir vísa, at ein skipan, har fiskirættindi kunnu seljast, er ein avtøkuskipan.

?Og tað er eisini tað, sum er endamálið við at fáa lemmatrolararnar upp í fiskidagaskipanina.

? Landsstýrið sigur beinleiðis, at lemmatrolaraflotin skal lagast til fiskiríkidømi.

? Tað merkir á vanligum máli, at flotin skal skerjast

? Sostatt er endamálið hjá landsstýrinum at kroysta lívið burturúr nøkrum av lemmatrolarunum fyri at flotin skal verða lagaður til fiskiríkidømið.

Henrik Old vísir á, at serliga fyri Suðuroynna og Vágoynna verður hetta ein óbótaligt bakkast, tí tað er í hesum økjum, at teir flestu lemmatrolararnir eru, og tað er her, at tey flestu virkini eru, sum arbeiða fiskin, teir avreiða.

Henrik Old fýlist eisini á, at Landsstýrið ger ongar sum helst royndir at lýsa, hvørjar alveiðingar tað fer at fáa fyri tey øki í landinum sum tað rakar, um nakrir av lemmatrolarunum verða kroystir úr flotanum.

? Hvørjar avleiðingar fer tað t.d. at fáa, um tað eydnast at kroysta annan, ella báðar hvalbiartrolarar-nar burturúr flotanum, spyr Henrik Old.

Hann leggur afturat, at royndirnar vísa eisini, at skipanin við seljandi fiskidøgum førir við sær, at fiskivinnan verður savnað á nøkrum fáum hondum í miðstaðarøkinum.

? So kann landsstýrið seta so nógvar útoyggjanevndir, tað vil, tí tað er alt til fánýtis, tá ið tann førdi politikkurin miðjar eftir at avtofta útjaðaran.


Beinleiðis villleiðing

Landsstýrið skjýtir upp, at teir størru lemmatrolararnir fáa 80 fiskidagar í part á innaru leiðunum og at teir smærru fáa 100 dagar í part.

Men so kunnu teir býta ein dag á innaru leiðunum um við fýr dagar á teimum ytru leiðunum.

Hetta skuldi flutt veiðitrýstið á fiskastovnarar úteftir, og tað er eitt av endamálunum hjá landsstýrinum við at fáa lemmatrolararnar upp í fiskidagaskipanina.

? Hetta er beinleiðis tvætl, sigur Henrik Old.

Hann sigur, at hetta fer tvørturímóti at føra við sær, at veiðitrýstið verður flutt inn á grunnarnar i fer at harnað har.

? Nú verður tað onki sum eitur hjá lemmatrolarunum: Tað fer ikki at bera til hjá teimum at sigla langt til havs á fiskileið. Nú ræður tað um at fáa trolið í sjógvin sum skjótast.

? Tí fara lemmatrolararnir nú at fiska so nær landi, sum gjørligt. Tað verða teir heilt einfalt trýstir til.Tað er sjálvsagt, at færri dagar eitt skip hevur, skjótari vil tað hava greiðirnar í sjógvin. ? Tað fer heldur ikki at bera til hjá teimum at liggja og andøva í illveðri og telja dagar til onga nyttu.

? Hetta fer eisini at tvinga teir at royna at fiska í uppaftur verri veðri enn teir annars plaga, og at fiska í veðri, har teir annars høvdu ligið bakk, tí nú verður tað neyðugt at brúka hvørja løtu.

? Og tað kann eisini skjótt blíva ein spurningur um trygdina umborð.


Kemur ikki til høldar

Henrik Old sigur at í sínari tíð blivu nógvir pengar brúktir uppá at varðveita lemmatrolararnar í flotanum, tá ið prísirnir vóru lágir.

? Tað var júst tí, at løgtingið ásannaði, at hesir trolararnir fingu fisk til høldar, sum annars ikki hevði verðið fiskaður. Teir skuldu rætt og slætt vera alternativið til vanliga botnfiskiskapin undir Føroyum.

Tí undrar tað hann, at landsstýrið ætlar at seta tiltøk í verk, sum fer at føra við sær, at blálonga, kongafiskur o.a, ikki fer at verða fiskað.

? Tað er ongin sum helst ivi um, at verða lemmatrolararnir avmarkaðir við fiskidøgum, fer nógv minni av fiski av djúpum vatni at koma til høldar, tí tað fer ikki at bera til hjá trolarunum at sigla framvið dýrum fiski inni á grunninum fyri at fiska bíligan fisk úti til havs.

? Og alt sum eitur at gera onkrar royndir, hóast tað kanska kostar ein dag, er eitt farið kapittul hjá lemmatrolarunum, sigur Henrik Old.cute;vanligur í summar.


Dalurin opin

Komin í Skarðið liggur Gásadalur opin fyri okkum. Vit sessast, og ryggsekkirnir verða latnir upp. Fólk hava eitthvørt við sær til túrin, og ferðaleiðarin býður kaffi og matpakkar, hann hevur við av hotellinum. Norðmenninir eru framvegis ikki komnir, og hildið verður, at teir fara als ikki at møta upp. Soleiðis varð eisini.

Tvey fólk komu aftan á okkum. Tað vísti seg at vera týskarar, sum tó ikki fóru niður í dalin, men vendu í Skarðinum, sum so mong gera.

Tað verður prátað, og myndir skulu jú eisini takast. So tað gongur ein løta, áðrenn farið verður oman.

Niðri við portrið situr ein einsamallur maður, sum heilsar: »Guten Tag«. Enn ein týskur ferðamaður.

Hesin fryntligi maðurin, sum man vera einastaðni miðskeiðis í fimitárunum til aldurs, hevur hug at práta. Og meðan restin av ferðalagnum fer oman á lendingina, sita vit báðir, blaðmaðurin og týskarin, eftir.

Hann greiðir frá, at hann er úr Hannover og er ferðandi blaðmaður, sum skrivar ferðafrásagnir til eitt týskt læknablað. Hann sigur, at einir tríggir fjórðingar av blaðnum eru ferðafrásagnir, meðan restin hevur okkurt við læknavísund at gera. Fólki dámar betur at lesa um ferðing, sigur hann.

Hann hevur verið í Føroyum fyri einum sjey árum síðan, og honum dámdi so væl, at nú er hann komin aftur. Ikki hetta við at bíða tveir dagar, meðan Norrøna er í Bergen. Nei, hann vildi vitja landið. Og tað hevur hann gjørt, sigur hann. Og eisini hann fegnast um tann vælsignaða friðin, her er. Her í Gásadali. Og ikki minni í Mykinesi, har hann júst hevði verið nakrar dagar.

Og so kemur spurningurin: »Verður nøkur grind í Vágum í dag?«

Eg havi fingið spurningin fyrr og noyðist enn einaferð at greiða frá, at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um.

Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga plaga at verða dripnir 15.000. Eg ógvist og spyrji, hvaðani hann hevur hasi tølini.

-Jú, soleiðis hevur hann frætt.

Aftur gerst neyðugt at greiða einum útlendingi frá, at tað er beinleiðis lygn, sum mangastaðni verður geitt frá um føroyskt grindadráp. Men hesi fremmandafólkini vita ikki betur. So hann fær eina longri frágreiðing um hagtøl síðan miðøldina, vísindaliga kanningar av grindini og so framvegis.

Enn eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er hjá føroyingum at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi.


Lundar og íbygdur steinur

Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í Gásadali er væl til. Teir verða avmyndaðir í ymsum støðum. Og Høgni heldur, at stuttligt hevði verið hjá børnuum í ferðalagnum at sæð ein livandi lunda tætt hjá og kanska sloppið at hildið á honum.

Vit fara tveireinir niður í bakkan, og Høgni stingur hondina í eina holu. Jú lundin er inni, og Høgni kemur út aftur við honum. Og pisuni.

Tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, og pisan varð eisini dúgliga avmyndað, áðrenn hon var løgd aftur í holuna, og vit fóru niðan í bygdina at hyggja okkum um.

Vitjað varð í skúlanum, har fólk nýttu høvið at skriva í gestabókina. Eisini varð hugt at Gráasteini, og vit fingu sagda søguna um, hvussu hann endaði sum hornasteinur í einum húsum í Gásadali.

Gráisteinur var íbygdur, sum ikki var so óvanligt í Føroyum fyrr. Maður ætlaði at byggja og vildi sprongja steinin, sum var í vegin. Hann var eisini byrjaður at bora, og farvegurin eftir tí sæst enn.

Men grannin setti seg ímóti hesi óbótagerð. Hann legði seg oman á steinin og segði, at skuldi steinurin sprongjast, skuldi hann við í luftina. Tí hann vildi nógv heldur bráðdoyggja, enn spakuliga at verða píndur til deyða av teimum heimleysu fornisku. Steinurin varð standandi.


Gongurtúrur, har roknast skal við at seta dagin av.

Meðal strævin túrur. Gingið verður um fjøll. Gott er at vera væl ílatin um beinini.

Eini tvey hjartasuff eru:

Eggin í Gásadalsbrekkuni eigur at verða hegnað, soleiðis at eingin vandi yvirhøvur er fyri, at fólk ganga seg útav.

Gøtan av Skarðinum oman til Gásadals eigur at verða ruddað fyri smágrót, sum annars ger túrin strævnari enn neyðugt.

Fototól eigur at vera við, og ein kikari er óføra góður at hava.

Farið altíð við ferðaleiðara. Tað loysir seg væl.

Túrurin kosta 185,- krónur, og matpakki fæst, um ein ynskir tað, fyri 70,- krónur.

Atlantsflog hevur eisini túrin við í ferðaseðlapakka, um tað verður ynskt. Í pakkanum hjá Atlantsflog er matpakkin íroknaður.


Tilmelding:

Kunningarstovan

Miðvági:

Tlf. 33 34 55

Ella hjá Atlantsflog:

Tlf. 33 37 00


Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo