Tað var hálka, iðgjørdi, at ein bilur við seks ungdómum leygarmorgunin endaði í Breiðá uttanfyri Fuglafjørð.
Bilurin var á veg úr Fuglafirði, tá førarin misti tamarhaldið á bilinum, sum fór omanav vegnum og endaði í ánni.
Teir seks ungdómarnir, sum við vóru, vóru millum 15 og 19 ár. Tey vóru øll koyrd á sjúkrahúsið, har trý teirra vóru innløgd. Upplýst verður tó av politistøðini í Runavík, at ongin teirra hevði fingið álvarsligt mein, og at tey vóru sera heppin at sleppa uttan størri skaða.
Hvørt tey sótu í trygdarbeltið ella ikki, er ikki greitt enn.