Sir Alex Ferguson ætlar at leggja eitt boð inn uppá vinstra bakkin hjá Celtic, Emilio Izaguirre. Sambært bretska blaðnum ?The Daily Mirror?, so hevur Sir Alex Ferguson fingið eitt gott eyga á tann 24 ára gamla vinstra bakkin, sum er úr miðamerikanska landinum, Honduras.
Emilio Izaguirre hevur spælt við Celtic síðani í fjør summar. Hann stóð seg væl, tá Honduras tók lut í HM-endaspælinum í Suður-Afrika í fjør summar. Og í Celtic hevur hann verið framúr.
Hetta hava stóru feløgini í Europa bitið merki í, og sunnudagin var Alex Ferguson til staðar, fyri at síggja Emilio Izaguirre fyri at síggja dystin millum Celtic og Glasgow Rangers.
Ætlandi skal Emilio Izaguirre avloysa Patrice Evra. Sáttmálin hjá Patrice Evra gongur út í 2012, og sambært Goal.com, so vil Evra sleppa til Real Madrid í 2012.