EM: Sveis sendi Ísland út í myrkrið

Íslendsku kvinnurnar hava tapt báðar dystirnar í EM-endaspælinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Íslendska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur ikki vunnið seg í eina EM-fjórðingsfinalu síðani 2013, og tað verður heldur ikki á hesum sinni.

 

Ísland mátti hava stig móti vertstjóðini, Sveis í dysti í bólki A á Wankdorf leikvøllinum í Bern í kvøld. Men tað miseydnaðist. Sveis vann 2-0 við tveimum málum, ið vóru skotin síðsta korterið av dystinum. 

 

Fyrr í dag vann Noreg 2-1 á Finnlandi. Tað merkir, at Noreg hevur seks stig. Sveis og Finnland hava trý stig hvør, men Sveis hevur betri málúrtøku. Ísland hevur einki stig, og hevur bert æruna at spæla fyri í seinasta bólkadystinum móti Noregi, ið verður leiktur á Stockhorn leikvøllinum í Thun komandi hóskvøld klokkan 20. Somu klokkutíð spæla Sveis og Finnland á Stadé de Genéve leikvøllinum í Genéve. Sveis knógvar annað plássið við sigri ella javnleiki. Finnland má vinna dystin, tí Sveis hevur betri málmun. 

 

Sveis-Ísland 2-0 (0-0)

1-0 Geraldine Reuteler ('76)

2-0 Alayah Pilgrim ('90)

 

Í morgin vera aðru dystirnir í bólki B leiktir. Klokkan 17 spæla Spania og Belgia. Klokkan 20 spæla Portugal og Italia. Spania og Italia hava trý stig hvør. Portugal og Belgia hava einki stig. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix