Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fjórða EM-undankappingardystin í hesari undankappingini.
Farna mikukvøld vunnu føroysku kvinnurnar 25-21 (12-9) á Portugal í høllini við Tjarnir.
Í kvøld hevur Portugal heimavøll í Porto.
Montenegro og Føroyar hava fýra stig hvør, meðan Portugal og Ísland hava tvey stig hvør.
Hóast Føroyar eru á útivølli, og hóast Portugal í hesari undankappingini á heimavølli vann 26-25 (14-13) á Íslandi, so eru tað Føroyar sum hava favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á portugisiskan heimasigur eru 2,74.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,25.
Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru 1,64.
HER eru oddsini:
##med2##












