Tað er ein sannur heiður at liva í einum, sum heild, vælvirkandi fólkaræði, har tú hevur møguleika at velja umboð inn á ting, sum tú trúliga hevur álit á, og sum umboðar tína fatan av, hvussu eitt gott og rættvíst samfelag skal síggja út. Tað hevur týdning, at vit kunnu velja. Og í spurninginum um fosturtøku hevur tað eisini týdning, at kvinnan sjálv kann velja.
Tí fari eg at heita á teg um at hugsa teg væl um, tá tú velur. Á hesum valinum snýr tað seg nevniliga ikki bara um høgra ella vinstra, loysing ella samband. Tað snýr seg eisini um, hvørt kvinnur framvegis skulu hava rætt at taka avgerð um egnan kropp í eini serstakliga truplari støðu.
Hóast lógin um fosturtøku bleiv samtykt í desember í fjør, verður hon ikki sett í verk fyri enn 1. juni í ár. Hetta merkir, at tað eru flokkar og politikarar ið kunnu, um teir fáa møguleikan, venda aftur. Antin til gomlu lóggávuna ella, og tað, ið verri er, forða fyri, at kvinnur yvirhøvur kunnu fáa eina fosturtøku í Føroyum - óansæð hvør orsøkin er - eisini neyðtøka.
Lat tað vera greitt, at forsturtøka er eitt val, ein gerð, ið eingin ynskir at vera ein partur av, men tíverri kann vera einasta loysn.
Persónliga sannføringin um, at barnið longu er frá gitnaðinum, er heilt víst virðilig; trúarfrælsið er títt, men lat kvinnuna eiga valið - ikki tak tað frá henni aftur.
Um vit vilja varðveita rættin hjá kvinnum at taka avgerð um egnan kropp og egna framtíð, mugu vit velja politikarar, sum veruliga vilja stríðast fyri rættindinum hjá kvinnum at velja.
Góðan altjóða kvinnudag!
Helena F. Jørmundsson
Valevnið hjá Javnaðarflokkinum










