Soleiðis verður henda vikan við troli og gørnum

Allir teir smáu trolbátarnir liggja í løtuni, men fimm partrolarapør, tríggir djúpvatnstrolarar og tvey garnaskip eru til fiskiskap

- Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru eystanfyri og fiska svartkalva. Báðir koma inn at landa miðskeiðis í vikuni.

 

- Ein djúpvatnstrolari er eystanfyri og fiskar upsa, men óvist er, um teir koma inn at landa í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, í løtuni ger yvirlitstrolingar og kemur vantandi at landa miðskeiðis í vikuni.

 

- Jákup Sverri hevur mest av toski og upsa.

 

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. Teir bíða eftir betri veðri.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava misjavnan fiskiskap, og báðir koma inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.