Sambært starvsportalinum hjá ALS eru 147 satrvslýsingar. Av hesum eru tvær lýsingar eftir fólki til fiskavøruídna. Heilsuverk og umsorgan hevur 67 lýsingar, svarandi til 46%.
Reiðarar eftirspyrja í minni mun kvinnuligari arbeiðsmegi, men tað ger felagskapurin. Tá felagskapurin velur at stuðla fiskivinnuni við milliardum, leggur felagsskapurin beinleiðis fót fyri sær sjálvum.
Tá vit brúka pengarnar at stuðla reiðarum, so mangla vit pengarnar at gjalda fyri umsorgan og røkt. Talan er um ein arbeiðsbólk, har flestar kvinnur eru, og tann arbeiðskraftin, ið vit mangla mest av í Føroyum.
Vinnustuðulin til reiðararnar skeiklar sostatt bæði eftirspurningin og lønarlagið millum kynini. Hetta er enn ein búskarparlig órímiligheit, har hesin vinnustuðulin eigur sín stóra lut.
Tilfeingisgjøldini mugu og skulu hækka. Tað fremur javnstøðu millum kynini.
Góðan kvinnudag.
Vel Kim Hansen
Vel Tjóðveldi











