- Í dag verður farið undir at avfresa og asfaltera eitt uppmerkt øki í Streymnesi.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu.
- Nógv gerandisferðsla er vanliga eftir vegnum, og tí vóna vit, at fólk vísa størsta varsemi og tillaga seg koyrimynstrinum, til arbeiðið er liðugt.
Sagt verður, at á býráðsfundi seinast í februar vórðu pengar leysgivnir av fíggjarætlanini fyri 2025 til endamálið.
- Pengar eru eisini leysgivnir til at asfaltera uppmerkt økir á Langasandi, Oyri, Hósvík og við Gjógv.
Á heimasíðuni - www.sunda.fo - sæst, hvar asfaltarbeiði fer at verða gjørt í kommununi næstu tíðina.
- Tað er EM Asfalt við Edvardi Mikkelsen, sum stendur fyri arbeiðnum, siga tey í Sunda kommunu.
##med2##