Tey hjá danska TV2 eru sum so nógv onnur hugtikin av hondbóltsevnunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum og Óla Mittún.
TV2 staðfestir, at sum støðan er nú koma vit ikki at síggja Elias, Hákun ella Óla til olympisku summarleikirnar, tí Føroyar hava onga olympiska viðurkenning.
Spurdir um hann ikki kundi hugsað sær at sloppið til OL, svarar Elias: - Ja sjálvandi. Vit arbeiða við at blíva viðurkend av altjóða olympisku nevndini.
Og so ber TV2 upp á mál, at Elias hevur ein annan møguleika. Nevnliga at spæla fyri Danmark. Men til tað svarar Elias: - Hatta er eftirhondini ein spurningur vit eru troyttir av. Tað er eingin av okkum, ið kemur at skifta til Danmark. Tað kann eg lova. Vit eru føroyingar, og tað vilja vit halda fram við at vera. Tað er eingin møguleiki fyri, at vit fara at spæla fyri eitt annað land. Slær Elias fast.
Svenska sjónvarpið, SVT spurdi Elias sama spurning í 2022 um hví hann ikki spældi við Danmark, og teir fingu sama svar sum danska TV2.