Elias og Sävehof skulu spæla meistaraskapsfinalur 11. til 24. mai

IFK Skövde sum eisini vann sína hálvfinaluuppgerð 3-0 verður mótstøðuliðið hjá Sävehof

 

Nú er greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof skulu spæla meistaraskapsfinalur í bestu svensku hondbóltsdeildini móti IFK Skövde, ið eisini vann 3-0 í hálvfinaluuppgerðunum. IFK Skövde vann hálvfinaluuppgerðirnar á Kristianstad.

Í meistaraskapsfinalunum verður eisini spælt best av fimm dystum.

Av tí, at Sävehof vann grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini fær Sävehof tríggjar finalur á heimavølli um tað stendur á jøvnum 2-2 aftaná fýra meistaraskapsfinalur.

Skráin fyri meistaraskapsfinalurnar er hendan: 

(SM-finala 1) Týsdagin 11. maj
(SM-finala 2) Leygardagin 15. maj
(SM-finala 3) Týsdagin 18. maj
(møgulig SM-finala 4) Fríggjadagin 21. maj
(møgulig SM-finala 5) Mánadagin 24. maj