Teir fýra næmingarnir í 10. flokki í Skúlanum við Løkin, Rógvi Langgaard, Betuel Reinert Hansen, Elsa Skoubo Jacobsen og Bárður Johannesen, vórðu saman við lærara sínum í íverksetanarbreytini, Ásbirna Berthelsen, skúlastjóranum, Duritu P. Joensen og varaskúlastjóranum, Ingvardi Lamhauge, boðin til ein drekkamunn í býráðssalinum í samband við, at tey vunnu skúla FM í íverksetan fyri góðari viku síðani.
Fryntligi borgarstjórin bjóðaði vælkomin og handaði teimum gávur.
- Síðani fór prátið víða um íverksetan og skúlaskap. Næmingarnir eru nú spentir upp á sína víðari skúlagongd, nú tíðin í framhaldsdeildini fer at halla.
Bólkurin Electricity Checker vann skúla FM í íverksetan við einum appi, sum kann hjálpa fólki at spara streym við neyvt at siga, hvussu nógvan streym ymisku tólini í heiminum brúka.