Eldrakvøld á Klaksvíkar Bókasavni

Hugnaløta fyri eldri verður á bókasavninum hóskvøldið tann 18.nov

Í sambandi við, at 1999 er Altjóða Eldraár hava eldrabólkurin og bókasavnið í Klaksvík valt at nýta hetta høvið at bjóða pensjónistunum í Klaksvíkar økinum til eina ókeypis hugnaløtu á bókasavninum hóskvøldið tann 18. nov. kl. 19.

Tiltakið byrjar við, at Jógvan Lützen, formaður í eldrabólkinum, býður vælkomin. Síðani greiðir bókavørðurin frá um bókasavnið, og hvat bókasavnið hevur at bjóða.

Felagssangur er eisini á skránni, og Bjørg Fjallsbak fer at lesa hugleiðingar hjá Óla Dahl og John Reid Bjartalíð. Tiltakið endar við einum drekkamunni. Fyrireikararnir vóna, at pensjónistarnir fara at taka væl undir við tiltakinum og øll eru hjartaliga vælkomin.