Fríggjadagin verður kunngjørt, hvussu Norðuratlantiska Húsið á bryggjuni í Odense fer at síggja út og ikki minst, hvør skal byggja tað.
Endamálið við húsinum er at kunna sameina og vísa á føroyska, grønlendska og íslendska mentan í Odense. Samstundis fær Odense eitt stórfingið mentanarhús og eitt savningarstað til ymisk tiltøk.
Í longri tíð hevur verið arbeitt við hesi ætlanini, sum nú verður almannakunngjørd fríggjadagin klokkan 13 føroyska tíð
Fleiri fyritøkur eru við í hesi kappingini, millum hesar tann so vælkenda byggifyritøkan E. Pihl & Søn A/S.
Longu nú er greitt, at Grønlendingahúsið í Odense kemur at flyta higar, og at einir 25 ungdómsbústaðir verða her.
MYND: Norðuratlantiska Húsið í Odensen skal verða liðugt seint komandi ár, og skal standa á hesum grundøkinum.










