Eivør skrivar íslendskan jólatónleik

Eivør ger nú jólatónleik til Kór Langholtskirkju.
Ein av yvirskriftunum í Íslandi í vikuni hevur boðað frá at Eivør nú skrivar jólatónleik til Kór Langholtskirkju. Ein av stóru jólaløtunum í Íslandi er jólakonsertin við Kór Langholtskirkju og hevur hendan nú verið í 27 ár.
Flestu av íslendsku klassisku sangarunum framføra eisini eins og opera sangarar. Eisini er barnakórið Graduelakór við.
Eivør er ein av stóru stjørnunum , saman við Garðar Cortes og Oløf Kolbrún Harðardóttir. Men altso Eivør Pálsdóttir skrivar eisini jólasálm, ið skal framførast.
Konsertir eru tann 16., 17., og 18. desember og fáast atgongumerki á www.midi.is