Á heimasíðuni hjá Eivør sæst, at hon og nýggi bólkurin júst nú arbeiðia við eini nýggjari fløgu. Í nýggja bólkinum hjá Eivør eru millum aðrar Benjamin Petersen, Høgni Lisberg og Mikael Blak.
Og á konsertini, sum komandi fríggjadag verður í Eysturríki, fara tey helst at frumframføra onkur spildurnýggj løg, sum ikki hava verið at hoyrt alment áður, og sum helst vera við á nýggju fløguni.
Konsertin í Vien í Eysturríki er ein showcase fyri føroyskan tónleik, og umframt Eivør fara eisini Budam og Orka at framføra á tiltakinum.