Eitt hátrýst eystan fyri Ísland fer spakuliga í ein eystan. Hetta gevur okkum eitt rák av kaldari luft av landnyrðingi og eystri. Í morgin fer ein veik hitabrúgv væntandi at flyta seg inn yvir Føroyar av landsynningi. Síðani verða Føroyar liggjandi í einum lýggjari rákið av eystri og landsynningi, meðan veik brúgvaløg við regni og skýggjum stundum nerta við Føroyar.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m7s, um náttina av landsynningi. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 6 stig.
Í morgin
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s, stundum upp í strúk í vindi í støðum. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn, um náttina klárar væntandi í. Hitin millum 4 og 8 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina meiri skýggjað og mjørki í støðum. Hitin millum 5 og 9 stig.
Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 m/s, í stundum møguliga strúkur í vindi í støðum, 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 9 stig.