Eitt rokaligt ár í FC Barcelona

Tað er minni enn eitt ár síðani, at Lionel Messi í samrøðu við GOAL boðaði frá, at hann ikki ynskti at halda fram í FC Barcelona. Felagið var komið í eitt fíggjarligt ódnaveður og illa lýddi forsetin, Josep Maria Bartomeu, og Lionel Messi kundu ikki saman.

 

Lionel Messi hevði eina avtalu um, at hann kundi fara undan kappingarárinum, men orsaka av koronufarsóttini, so var kappingarárið seinkað. Hetta brúkti sitandi forsetin til at noktað honum avstað, tí nú var dagfestingin farin.

 

Felagið seldi millum annað Luis Suarez fyri lítið og lætt til kappingarneytarnar úr Atletico Madrid. Hann og Lionel Messi eru væl. Eftir fleiri ár av vánaligum avgerðum, har FC Barcelona hevur keypt spælarar sum Osumane Dembéle, Antoine Griezmann og Philippe Coutinho hevur risa upphæddir, var pengatangin tómur. Serliga Korona hevur kostað feløgunum nógv.

 

Tað endaði við, at Josep Maria Bartomeu legði frá sær. Joan Laporta vann forsetavalið. Tað var hann sum á sinni stóð á odda, tá FC Barcelona keypti Ronaldinho og seinni setti Josep Guardiola. Hetta var eitt gylt tíðarskeið fyri felagið. Tað eydnaðist honum at yvirtala Lionel Messi at halda fram.

 

Núverandi sáttmálin gekk út 31. juni. Síðani hevur Lionel Messi ikki verið settur í samband við nakað felag, tí tað hevur allatíð verið upp á tal, at hann skuldi leingja sáttmálan við FC Barcelona. Felagið skuldi bara fyrst finna fígging.

 

Fyrr í summar var FC Barcelona partur av teimum 12 feløgunum, ið ætlaðu at gera eina Super League. Hetta bleiv illa sæð av fótbóltsheiminum og tey felstu feløgini tóku seg úr, men ikki FC Barcelona og Real Madrid. Tey mangla pengar og vilja ikki gera eina nýggja avtalu við La Liga, sum í løtuni er í holt við at selja ein part til eitt íleggingarfelag.

 

FC Barcelona hevur í alt summar arbeitt við at fáa spælarar at góðtaka ein lønarlækking. Tað hevur gingið á eini leið og Lionel Messi var til reiðar at fara helmingin niður í løn. Tað hevur tó ikki verið nokk, tí í gjár boðaði felagið frá, at Lionel Messi ikki heldur fram í felagnum.

 

Tað eru tey, sum halda at hetta er eitt politiskt spælt, tí La Liga hevur eins nógv brúk fyri Lionel Messi, sum FC Barcelona. Seinnu árini eru spælarar sum Cristiano Ronaldo, Neymar og Sergio Ramos farnir til aðrar deildir í Evropa at spæla. Tað ger at virðið á fótbóltinum í Spania minkar. Tað hevur La Liga, sum rekur bestu deildurnar í Spania, ikki áhuga í.

 

Joan Laporta, forseti í FC Barcelona, hevur tíðindafund fyrrapartin í dag. Tá fer hann væntandi at leggja kortini á borðið.