Eitt loyndarfult kvøld á Norðuratlantsbryggjuni

Jóansøkuhald tann 23. juni kl. 20-23

 

Høgni Reistrup & Jóansøkuhald á Norðuratlantsbryggjuni Hesa jóansøkuna taka vit málið í egnar hendur og vísa fram eina rættiliga óhugnaliga skrá við eini rúgvu av norðuratlantiskum tónleiki og mentan, bál á havnalagnum, við einum serligum miðsummarsiði úr norðri, spákonu, grimudansi og kajakkkynstri, sigur Norðuratlantsbryggjan í tíðindaskrivi.

 

Haldið byrjar kl. 20 við føroyinginum Høgna Reistrup og hansara tónleikarbólki. Reistrup hevur júst givið út fløgu og hansara bleytu og melodisku sangir hóska sera væl til eitt miðsummarkvøld. Framførslan er innandura og tekur ein tíma.

 

Uttanfyri á havnarlagnum er møguleiki fyri at verða spádd av íslendsku vølvuni, ræddur av grønlandska grímudansaranum, ella bara at njóta kajakkynstrið í havnahylinum ella tónleikin frá Icelandic Folk Ensemble við tí nógv róstu sangarinnuni Ragnheiður Gröndal.

 

Ein óhugnalig bálttala verður hildin kl. 21, og síðan verður kynt undir bálinum.