Tær eru feministar og als ikki bangnar fyri at sláa eitt slag fyri tí, sum tær trúgva. GUT/Productions við Duritu Dahl Andreasen og Mariann Hansen er nú til reiðar við leikinum "Einaferð var tað eg", sum er eitt modernað feministiskt ævintýr. Um leikin siga tær, at hann er sjálvransakandi og snýr seg um innara bardagan hjá eini kvinnu sum fyllur 30 ár. Hon vil “drepa” tað penu gentuna í sær sjálvari, og endurreisast sum gandakelling.
Leikurin er millum annað bygdur á tankarnar sum Eyðun Andreasen, í bókini ‘Ævintýr’, leggur fram um genturnar í føroyskum ævintýrum.
Nærveran er grundarsteinurin í sýningunum fyri teimum einans 25 áskoðarunum, ið verða loyvdir inn til hvørja sýning.
Tað er búkkensla og rá intuitión sum stýrir listabólkinum, ið vil skapa samtíðar palllist í Føroyum - til ein altjóða áskoðara. Sýningarnar byrja 8. oktober í Perluni.