Eirikur Hofgård nýggjur formaður hjá tannlæknunum

Á aðalfundi í Føroya Tannlæknafelag er Eirikur Hofgård valdur til nýggjan formann í felagnum

Føroya Tannlæknafelag hevði aðalfund á Hotel leygardagin.
Kaj Anthoniussen, sum hevur verið formaður í felagnum seinastu seks árini, ynskti ikki afturval. Í hansara stað sum formaður varð Eirikur Hofgård valdur.
Unnur Jensen varð afturvald til kassameistara, og Sigga í Garðastovu varð afturvald sum skrivari.
Hesi umboða nú nevndina í Føroya Tannlæknafelag.