Einoygda, trongskygda, villleiðandi ATLASLIÐIÐ

Heimsins lond eru á nógvum tungumálum!

GRUMPY OLD MEN: Hvørjir eru á hesum illlitta liðnum, sum villleiðir fjøldina við heilaspuna um heimsins lond? Hesir stavnar siggja heimin einans úr donskum sjónarhorni. Jú, teir eita: Rolf, Regin, Heri, Edmund, Bjarni og Sjúrður. Okkurt hava teir til felags.
Lurtið ikki eftir slíkum monnum, føroyingar, og so als ikki tit á Skúlabókagrunninum! Ófatiligt, at Skúlabókagrunnurin hevur sett seg í samband við Rolf í landanavnamálinum!? Eisini ófatiligt, at fjølmiðlar so gleiðbeintir spyrja seg fyri hjá slíkum monnum!? Teir eru jú naknir, sum Hans Kristian segði um ein keisara á sinni.
Fyrr vóru tað sambandsmenn, sum vóru ímóti tí, ið føroyskt var. Nú koma álopini úr ymsum ættum. Ein úr radikala sjálvstýrisflokkinum hjá Jóannesi bónda er við í tí dansk-enska grátikórinum. Tað er so tað, men at ein úr Tjóðveldi roynir at syngja við har, ja, nú vantar mær orð!
GOTT, UNI: Uni skrivar so rámandi um hesar menn: ”Teir hanga fastir í farnum tíðum og hugsa rætt og slætt á donskum”. Lesið greinina hjá Una!
SKÚLANÆMINGAR OG ATLASIÐ: Vit hava eitt frálíkt atlas, sum skúlanæmingar nú eru vanir við og fegnast um. Ikki skilji eg, at ein skúlamaður er á hasum liðnum, sum háðar Skúlabókagrunnin og tey, sum hava lagt lunnar undir eitt leikandi lætt føroyskt atlasmál!?
SVEIS: Ikki Switzerland, Schweiz, Suisse, Ruishi, Suiza, Swiss o.s.fr., sum tað eitur á øðrum málum sambært Wikipedia. Lætt og einfalt hjá føroyskum skúlabørnum: SVEIS!
POLEN, ITALIEN, SYRIEN, AUSTRALIEN, GREKENLAND, EGYPTEN, SHETLAND, KAP FARVEL, KAP GODE HÅB o.s.fr.: Hatta var trupulleikin í Føroyum, tí vit sóu alt gjøgnum danskar brillur, og hatta er framvegis trupulleikin, tí nógvir føroyingar siga nógv av hasum enn, sjálvt um vit hava havt føroyskt atlas í eini 17 ár.!? Hatta verður ikki tikið upp á tungu í landanavnakjakinum!?
Tað er hasum, vit, og tit á einoygda liðnum skulu stríðast ímóti, ikki teimum føroysku landanøvnunum!
ITALIEN, SIGUR LIÐSKIPARIN: Liðskiparin á andføroyska liðnum mælir upp á mín sann eisini til, at vit eisini kunnu siga Italien, sum danir gera!
Har gongur hann beint ímóti sínum egnu hugsjónum,t.v.s., at vit skulu siga/skriva tað sama, sum tey gera í ávísa landinum!? Í Italia siga tey jú Italia!
KILI: TSILI, ZHILI, CILE, CZILE, KILAI, KILI, CHIRI o.s.fr.: Soleiðis, m.a., eitur Kili á ymsum málum. Ræðuligt, at vit skulu brúka føroyskt K!
SUOMI: Soleiðis siga tey í Finnlandi. Onnur siga Finska, Finlandia, Finnland (t.d. í Týsklandi) o.s.fr. Skulu vit fara at siga Suomi?
FØROYAR: Færøerne, Faroe Islands, Faroe Adalan, Farska ostrva, Fero Shoto, Isole Fær Øer, Nísi Feróes, Islas Feroe o.s.fr.
ØSTERØ, KLAKSVIG: Soleiðis siga/skriva danir. Kunnu vit so ikki siga Jútland, Sæland o.s.fr.?
Góði Uni! Hví skrivar tú hatta um Århus? Tað stendur jú Århus í atlasinum!
GRØNHØVDAOYGGJAR: CABO VERDE, CAPUL VERDE, FÓDEJIAO, KABO BEREUDE, KAP-GLAS, PRASINO AKROTÍRIO, ZELENORTSKA OSTRVA o.s.fr. Onnur mál hava sín máta, men vit skulu helst skriva sum danir: KAP VERDE!? Halga fávitska!
Ein høvdi (cabo), sum er grønur, ræðuligt! (Ikki eitt høvd, sum onkur av speirekarunum tekur til).
NÝSÆLAND: AOTEAROA, BAGONG SILAN, NIU TIRENI, SELANDIA BARU, XIN XILÁN, YENI ZELANDA o.s.fr. Men vit skulu helst siga NEW ZEALAND, tí tað gera danir!
Hvar eru kollveltingarmenninir? Velja teir ensk hjálandaveldisnøvn fram um landsnavnið hjá upprunafólkinum: AOTEAROA?
CAPE TOWN: KAAPSTAD, iKAPA, KAPSTADEN o.s.fr. Føroyingar mugu brúka enska hjálandaveldisnavnið og ikki afrikanska navnið, Kaapstad ( Høvdastaður, býurin við Høvdan)!?
NÝFUNDLAND: Føroyskir sjómenn fóru til Nýfundlands, ikki Newfoundland!
Við føroyskari víðsjónalandakvøðu
á Borg á Argjum í torrasól 2011