Einki tjóðleikhús fyrr enn skil er fingið á parkeringini

Býráðslimur í Havn vil kanna um tað ikki er betri at byggja eitt tjóðleikhúsið aðrastaðni enn á Skálatrøð

Vit skulu hava skil á parkeringsviðurskiftunum í miðbýnum í Havn, áðrenn talan kann verða um at byggja tjóðleikhús á Skálatrøð.

Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur, og formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráði.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa heimild til at leita eftir fígging til eitt tjóðleikhús.

Samstundis hevur Tórshavnar Býráð víst á, at tað komandi tjóðleikhúsið skal byggjast á Skálatrøð.

Hetta er fallið nógvum fyri bróstið. Eitt er, at Skálatrøð er einasta, stóra parkeringspláss í Havn, og parkeringsviðurskiftini í Havn eru vanlukkulig, longu sum er.

Eitt annað er, at handilsvinnan í miðbýnum stúrir fyri, at verða parkeringsviðurskiftini enn verri enn tet eru nú,  fer at raka handilslívið hart, og tann eini handilin, Valdemar Lützen, sum er á Skálatrøð, hevur enntá tikið stig til at savna inn undirskriftir ímóti at tjóðleikhúsið verður bygt har.

Bogi Andreasen heldur, at tað er sjálvsagt, at eitt tjóðleikhús skal vera í Havn. Men hann heldur ikki, at tað er sjálvsagt, at tað verður á Skálatrøð.

Hann vísir á, at tað eru longu nøkur ár síðani, at tað varð avgjørt, at Tjóðleikhúsið skuldi vera á Skálatrøð. Men síðani er Havnin nógv broytt, eitt nú er ferðslan økt heilt munandi, og tá ið tað er koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, verður hvaðna verri við ferðslu í Havn.

Tí skilir hann handilsvinnuna í Havn tá ið hon tekur fyrivarni við at Tjóðleikhús verður bygt á Skálatrøð. Og hann leggur afturat, at talan kann ikki vera um at byggja nakað Tjóðleikhús har, fyrr enn parkeringsviðurskiftini eru fingin í rættlag.

Tí sigur hann, at tað fyrsta, sum skal gerast á Skálatrøð skal vera eitt parkeringshús, og tað skal gerast, áðrenn tjóðleikhúsið verður bygt.

Hann sigur, at tað er bráðneyðugt at útvega fleiri parkeringspláss í Havn, og tí má tað fáast í rættlag fyrst og fremst.

Og hann heldur, at eitt parkeringshús skal vera á Skálatrøð, tí tað liggur best fyri at gera tað har, tí haðani er stutt til handlar og tænastustovnar í miðbýnum.

Annars hevur verið tosað um at gera eitt parkeringshús á Eystaru Bryggju, men Bogi Andreasen sigur, at tað er ikki so einfalt, tí leggjast skal upp fyri bingjuflutningi, og aðrari ferðslu á Havnarlagnum.  

Annars hevur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, víst á møguleikan at gera ein parkeringstunnil undir Havnina.

Bogi Andreasen sigur, at hugskotið er áhugavert, men at tað er ein langtíðarætlan og tað hjálpir ikki upp á bráðneyðugu trupulleikarnar.