»Einki skal til at fáa Trølla Pætur at lippast«

Trøllapætur,
trøll, 523 + 37 ár

Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Ljótur uttan, men vakur og góður innan.

Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?
Oy oy oy oy og Kanón !!!

Hvørjum hyggur tú at hjá gentutrøllum?
Hatta var ein trupul spurningur, og má eg svara hann í tveimum. Eg hyggi hvussu nógv høvd tær hava, og um tær duga at brúka tey. Fari eg longur inn í meg sjálvan, so hyggi eg eisini eftir øllum tí, sum ger at ein kvinna ikki er eitt mannfólk.

Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin?
Alt frá 5 min. til hálvan tíma

Hvat ger teg keddan?
Tá eg síggi onnur menniskjur sum ikki hava tað gott  og tá eg veit, at eg einki fái gjørt fyri at hjálpa teimum. Eg blívi sjálvandi eisini keddur, hvørja ferð omma og eg enda í geglinum.

Hvat gleðir teg?
Hvør dagur er ein stór gáva, og bara tað at vakna ger meg glaðan. Eg eri takksamur fyri heilsuna, og at eg búgvi í einum so góðum landi sum Føroyum. Eg elski ommu mína og fegnist um at hava góðar vinir og eina deiliga familju.  

Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tað skal einki til at fáa meg at gráta, og tí gráti eg ofta. Í gjár sá eg ein film, har tvey, sum elskaðu hvønn annan, møttust í endanum á filminum, tá lippaði Trølla Pætur.  

Hvat dámar tær allar best at drekka?
Føroyska mjólk og vatn

Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt?
Eg havi altíð droymt um at sleppa suðureftir saman við Ommu og Ossa. Tá vit gjørdu síðsta filmin, so bleiv hetta ynski uppfylt. At Erling, Jógvan, Kári og 2xFinn eisini endaðu har, gjørdi tað ikki verri.

Hvørja lærugrein dámar tær best í skúlanum
Fríðkorterini og rokning

Hvørji ráð hevur tú til trøll, sum vilja gerast líka kend sum tú?
At njóta tað. Tí hvør kennir dagin í morgin?

Hvat er besta uppfinningin og hví?
Filmsupptakarin. Við filmstólinum kunnu vit varðveita ríkar løtur og goyma søgur og stuttligar løtur. Og eldri myndirnar eru, størri virði fáa tær.

Hvat hevur tú í lummunum beint nú?
Eina fartelefon

Hvat er títt besta heimaráð?
At man er glaður og takksamur fyri lívið, og at man er ja-ligur og nýttir hvørja løtu. Tað er eisini umráðandi, at man bevíst stimulerar allar sínar 5 sansir hvønn dag. Tað ber væl til, at hvør dagur er sum jólaaftan og hvørt kvøld sum nýggjársaftan. Tað sigur omma í hvørtfall.
 
Hvør er stuttligast í Føroyum og hví?
Trølla Omman og Emil Gunnarstein eru nógv tey stuttligastu menniskjuni í verðini
 
Hvør er keðiligast í Føroyum og hví?
Kári Handilsmaður. Kari er so upptikin í pengum, at hann ikki dugir at liva.  
Hvussu ofta speglar tú tær?
Hvønn morgun

Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Tey 9 høvdini eru einaferð um árið til frisør. Tað 10. er 6 ferðir um árið.

Hvør er tín stuttligasta trøllauppliving?
Tá vit gjørdu filmin Jólini hjá Trølla Pætur, tá filmaðu vit ein part í teimum fronsku Alpunum. Í fyrstani tordu eg og Ossi ikki so væl upp í lyftirnar  so fyrsta dagin skiiaðu vit framvið øllum lyftinum, langt oman í dalin. Ja so langt, at vit til endans stóðu á grasinum, fleiri kilometrar niðri í dalinum. So tóku vit taxa niðan í fjøllini aftur. Eg gloymi ongantíð láturin á taxachaførinum, tá vit greiddi honum frá hvat vit høvdu gjørt, og hví vit vóru endaðir har niðri.