Tað fer altíð onkur úr Vágum at stuðla gentunum á Ørnini, tá tær ferðast kring oyggjarnar og rógva kapp. Og manningin hevur altíð eina avtalu við stuðulsfólkini. Avtalan er, at um Ørnin kemur fyrst á mál, so skal veittrast við einari gulari troyggju. Tá tær umborð á Ørnini síggja gulu troyggjuna verða havda á lofti, so vita tær, at tær hava vunnið.
Leygardagin kendi manningin á Ørnini tað soleiðis, at um tær ikki vunnu og um vestmannagentur umborð á Havfrúnni vunnu, so var møguleikin fyri at endurvinna FM heitið, sum tær í sandavágsbátinum hava átt tey bæði seinastu árini, fokin. Málið hevur verið at vinna FM, men tá bátarnir vóru komnir á mál, sá einki út:
? Vit høvdu verið í kapping við Havfrúnna og eisini Fípuna Føgru. Vísningurin av málinum á Tvøroyri er skeivur inn móti havnarlagnum, og tí visti stýrimaðurin hjá okkum ikki, um vit høvdu vunnið, ella um vit vóru næstfremstar. Tí var einki annað at gera enn at leita eftir troyggjuni, men vit sóu einki til hennara, og so roknaðu við ikki við, at vit høvdu vunnið. Tí var gleðin serliga stór, tá vit frættu, at vit vóru fremstar. Harvið var møguleikin fyri at vinna FM varðveittur, og nú trúgva vit av álvara uppá, at tað kann lata seg gera. Treytin er, at vit vinna róðrarnar, sum eru eftir, og eg haldi, at sigurin á jóansøku hevur styrkt sjálvsálitið hjá okkum. Ørnin er tjúga ár í ár, og hon hevur ongantíð vunnið í Sandavági. Tað hevði verið stuttligt, um vit megnaðu at vinna her vesturi annan leygardag.
Tað er Arnleyg Haraldsen, sum vit hava í telefonini. Hon er bátsformaður umborð á Ørnini, sum í hvussu so er í sama mun sum fótbóltsfelagið livir upp til navnið FS Vágar. Genturnar koma úr Sandavági, Miðvági og Sørvági, og ein býr í Bø. So tey taka á við Ørnini í allari oynni.
Tríggjar av gentunum vóru við í fjør, tvær hava ongantíð róð áður, og tvær hava róð áður, men vóru ikki við í fjør. Onnur teirra er Arnleyg Haraldsen, sum var við í 1993, 1994 og í 1995.
Kiksaðu
Tá tær í Ørnini fóru á jóansøku, var tað við kensluni av, at tær í teimum báðu fyrstu FM róðrunum ikki høvdu fingið tað burturúr, sum tær hildu seg hava í sær.
? Vit hava gjørt nógv við venjingina, og tí er tað harmuligt fyri okkum, at vit ikki hava fingið meiri burturúr fyrr í ár. Vit lógu væl fyri á norðoyastevnu, og í Hósvík vóru vit fremstar ein fittan tein, men so kiksaði nakað. Eg vil ikki siga akkurát, hvat tað var, men tað hevði nakað við taktikkin at gera. At taktikkurin kiksar kann hava við sær, at sjálvsálitið minkar til næstu kapping, og tí var tey fínt, at alt riggaði hesa ferð, sigur bátsformaðurin á Ørnini.
Kappingin
Havfrúgvin var fremst fyrstu løtuna á Tvøroyri, men tá hálvt málið var rógvið, var Ørnin meiri enn eina hálva bátslongd fremst, og eina løtu vóru vágagentur leysar av hinum bátunum.
Vestmannagentur og klaksvíksgentur bjóðaðu av, og fingu fatur í aftur Ørnini, sum hevði verið leys av hinum bátunum, men í sjálvum spurtinum høvdu tær umborð á Ørnini mestu orkuna, og á málinum vóru tær eina bátslongd fremstar, og harvið hava tær sjálvar møguleikan at gera av, um tær skulu vinna triðja FM heitið á rað ella ikki.
Tað er merkisvert, at Fípan Fagra endaði á triðja plássi. Genturnar í Klaksvík eru einasta manningin úr Norðoyggjum, og tað hevur gingið støðugt framá hjá teimum. Men á jóansøku var um reppið, at tær als ikki vóru við í kappingini. Finaluróðurin hjá gentunum var næsti róðurin aftaná dreingjaróðurin. Hetta var lagt soleiðis til rættis, fyri at tað ikki skuldi vera neyðugt at flyta fasta startin fleiri ferðir millum eitt túsund og fimtan hundrað metra málið. Fleiri bátar luttóku bæði í kappingini hjá dreingjum og gentum, og tí tók tað eina góða løtu, áðrenn bátarnir komu út á málið.
Tá dómarin var um at vera klárur at senda bátarnar avstað, var Fípan Fagra ikki komin út til fasta startin. Klaksvíksgentur, sum ikki høvdu bíðað eftir dreingjaróðrinum (klaksvíksdreingir vóru ikki við í róðrinum), fingu fatur í endan, og so varð skotið latið av. Í staðin fyri at hyggja at, meðan hinir bátarnir kappaðust ? dómarin hevur heimild at senda bátarnar avstað, sjálvt um onkur bátur ikki er komin út á málið ? so endaðu tær í Fípuni Føgru á triðja plássi, og tað var kærkomið fyri kappróðurin í Klaksvík, og kanska fara úrslitini hjá gentunum har norðuri at vera við til at kveikja áhugan fyri róðrinum aftur.