Einir 35 skúlar kring landið leggjast niður

Fyri at lyfta fólkaskúlan upp á eitt hægri støði, er ætlanin nú at savna næmingarnar í færri og størri skúlar. Tá ið hesin umfatandi reformurin er liðugur, verða tað bara einir 20 fólkaskúlar eftir afturímóti teimum 56, sum eru nú

Um nøkur fá ár skulu tað ikki vera meiri enn einir 20 fólkaskúlar í Føroyum eftir í Føroyum.

Tað er ætlanin við einum umfatandi skúlareformi, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, nú er farin undir.

Endamálið er at tað skal lyfta fakliga støðið í fólkaskúlanum upp á eitt hægri støði enn tað er í dag.

Í løtuni er hendan framtíðar skúlasjónin hjá landssýriskvinnuni til viðgerðar í teimum ymsu politisku flokkunum.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at tað eru limirnir í mentanarnevndini hjá Løgtinginum, sum eru millumliðið ímillum politisku flokkarnar og landsstýriskvinnuna.

Tá ið flokkarnir hava viðgjørt spurningin innanfloks, skulu teir boða henni frá, hvørja støðu teir hava til spurningin


20 skúlar eftir

Magni Laksáfoss er formaður í mentanarnevndini og hann sigur, at yvirskipaða úrslitið av skúlareforminum er, at í framtíðini vera tað ikki meiri enn einir 20 fólkaskúlar eftir í Føroyum.

Í løtuni eru tað heilir 56 skúlar runt um í landinum og tað merkir sostatt, at einir 35 skúlar skulu leggjast niður.

Men so verða tað onkrir skúlar á útoyggj, sum tað av praktiskum orsøkum ikki letur seg gera at niðurleggja, so tá ið avtornar verða tað kanska nakrir og 20 fólkaskúlar eftir, tá ið komið er á mál við skúlareforminum.

- Hinvegin eru tað onnur øki í landinum, har tað er rættiliga sjálvsagt at leggja skúlar saman, eitt nú í Suðuroy, í Sundalagnum og aðrastaðni, har landfast og gott samband er.

Tað er eisini eitt yvirskipað mál, at tað skulu vera einir 20 næmingar í hvørjum.

Endamálið við øllum reforminum er at fáa meiri fyri pengarnar, sum verða játtaðir skúlaverkinum og mett verður í hesum sambandi, at næmingatalið í einum flokki eigur hóskandi ikki at fara niður um 20.


Trý modell

Magni Laksáfoss sigur, at fyribils verður arbeitt eftir trimum modellum.

- Eitt modell er at skipa Føroyar í eini sjey til níggju skúlaøki, har hugsað verður um, at tá ið kommunusamanleggingarnar eru framdar, verður hvør kommuna eitt skúlaøki.

Í hesum sambandi verður so hugsað um at leggja alt fólkaskúlaøkið undir kommunurnar at umsita og so at lata ein posa av pengum fylgja við, sum síðani skal brúkast til læraralønir og aðrar útreiðslur.

- Eitt annað modell er at geva mentamálaráðnum heimild at gera av, hvørjir skúlar skulu og vera og, hvørir skulu lata aftur.

Eftir hesum modellinum verður helst skjótari at umskipa fólkaskúlan og helst kann ein samanlegging eisini gerast rationellari. Men í hesum sambandi verður tað so ikki kommunurnar, sum umsita fólkaskúlan.

- Triðja modellið er at laa kommunurnar fáa eitt ávíst skotbráð til at umskipa skúlan og klára tær tað ikki áðrenn freistin er farin, tekur mentamálið um endan og umskipar skúlan.


Nógv betri undirvísing

Sjálvur heldur Magni Laksáfoss, at vit hava ov nógvar smáar skúlar í Føroyum og tað elvir til ov vánaliga undirvísing.

- Skipa vit landið í størri skúlar, ber til at fáa nógv betri undirvísing fyri somu játtan, tí tað ber til at fáa nóv meiri burtur úr lærarakreftunum. Eitt nú hevði tað borið til at havt fleiri lærarar í summum flokkum.

- Men vilja vit rationalisera og spara pening í skúlaverkinum, kann tað gerast uttan at ganga dygdini í undirvísingini ov nær, tí verða lærarar spardir burtur, verða tað teir ólærdu vikararnir, sum rúka fyrst samstundis sum teir útbúnu lærararnir verða eftir.

Tí heldur Magni Laksáfoss, at tí er tað sjálvsagt at samskipa alt landið í færri og størri fólkaskúlar, tí tað gevur bæði møguleikar fyri at lyfta fakliga støðið upp á eitt hægri støði og at rationalisera, uttan at tað gongur útyvir dygdina í undirvísingini.


Samdir um málið

Hann heldur, at næstan allir politikarar í øllum flokkum eru samdir um, at hetta er neyðugt.

- Vit eru so at siga øll samd um málið at niðurleggja fleiri av smáu bygdaskúlunum og at savna børnini í færri og størri skúlar fyri at hækka støðið í undirvísingini.

Einasta ósemja, hann sær fyri sær, er, at tvídráttur kann stinga seg upp um, hvussu tað skal gerast og, hvør skal umsita skúlan, altso um tað framhaldandi skal vera mentamálaráðoð, ella um skúlin skal flytast undir kommunurnar at umsita.

Ímeðan tann politiska viðgerðin er, vil hann ikki siga, hvat hann sjálvur heldur.

- Fyri meg er hetta ikki tann avgerandi spurningurin hvør umsitur skúlan. Fyr meg er tann avgerandi spurningurin, at skúlareformurin ferður gjøgnumførdur og ikki hvussu tað verður gjørt.

Hann sigur, at í hesum arbeiðnum at samskipa fólkaskúlan í størri skúlar, liggur eisini, at tað kanska verður neyðugt at byggja onkrar skúlar út fyri at hýsa øllum næmingunum. Ein annar møguleiki er at savna allar klassar í onkrum skúlaøki á einum og sama skúla og at savna onkrar aðrar klassar í onkrum øðrum skúla.

Formaðurin í mentanarnevndini sigur, at avbjóðingin verður síðani, at duga at gera nyttu av teimum niðurløgdu skúlunum, so at teir ikki koma at standa tómir, men verða búktir til onnur endamál, tað verið seg ítrótt, musikkskúla, frítíðarundirvísing, ella annað felags virksemi av onkrum slagi.

Les eisini greinina: Helena vil hava arbeiðsfrið