Eingin viðgongur tap í Albania

Bæði stjórnarflokkurin og andstøðan í Albania siga seg hava vunnið tjóðartingsvalið, sum var í gjár, og í øllum førum vil AFP-tíðindastovan vera við, at hvørki stjórn ella andstøða vilja viðganga nakað tap á valinum.

Almenna valúrslitið verður kunngjørt í dag, men longu er greitt, at umstøðurnar kring valið vóru tær ófriðarligastu leingi, tí ein kvinna læt lív og tvey fólk blivu særd av skotum nærhendis einum valstaði í býnum, Lac, sum liggur í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum, Tirana.

Tann skotna kvinnan var 53 ára gomul og partur av vinstraandstøðuni í landinum, umframt at eitt av særdu fólkunum var eitt av valevnunum hjá borgarliga demokratiska stjórnarflokkinum.

Eygleiðarar hava annars hildið eitt vakið eyga við valinum í Albania, tí skal landið hava nakran møguleika at søkja um ES-limaskap, krevst millum annað, at rættvísi og fólkaræði verða virðismett, tí øll val í Albania síðstu 20 árini hava verið merkt av ósemjum og valsviki.