Fleiri dystir hava í kvøld verið spældir í ensku Carling Cup kappingini.
Nøkur Premier League feløg hava í kvøld verið í dysti, har millum annað Liverpool hevur spælt.
Og hjá teimum var eingin slingur í valsinum í kvøld, tá teir spældu móti Burton Albion úr næstbestu ensku deildini. Liverpool vann dystin sannførandi 5-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0. Fyri Liverpool skutu Divock Origi, Robert Firmino og Daniel Sturridge málini. Av teimum skutu Origi og Firmino eitt, meðan Sturridge skeyt tvey. Tað eina málið hjá Liverpool var sjálvmál av Burton Albion.
Av øðrum Premier League feløgum vann Chelsea heldur tepurt 3-2 á heimavølli móti Bristol Rovers, meðan Everton, Crystal Palace, Hull, Swansea og Stoke øll vunnu sínar dystir.
Tvey Premier League feløg noyddust út í longda leiktíð. Tann leiktíðin verður spæld í løtuni, og tí er ikki greitt hvat teir dystirnir enda við. Tey bæði eru West Bromwich og Watford, sum hava spælt móti ávikavist Northampton og Gillingham.