Serliga í gomlum døgum var siðvenja, at tey kongaligu ikki ótu, fyrr enn ein royndarsmakkari hevði fingið sær av øllum matinum.
Ósannindi
Og nú eru eisini søgur farnar at ganga, um ein royndarsmakkara, sum skal vera sendur til landið av danska kongshúsinum, fyri at tryggja, at allur matur og allar matskráir eru í lagi.
Men hvørki ríkisumboðið ella løgmansskrivstovan vita nakað um henda royndarsmakkara.
Jórun Ludvig á løgmansskrivstovuni sigur, at hon hevur sitið við øllum matskráunum, og um nakar royndarsmakkari var, so hevði hon vitað tað.
? Hatta má vera ein slaturssøga, tí tað er heilt víst, at eingin royndarsmakkari kemur við, staðfestir hon.
Mest føroyskur matur
Tey kongaligu skulu til tveir stórar døgverðar ímeðan tey eru her.
Annar verður í Norðurlandahúsinum mánadagin, og hin verður í Trongisvági týsdagin. Harumframt skulu tey fýra ferðir eta lættari máltíðir um middagleitið.
Jórun sigur, at tað er eitt stórt arbeiði at samskipa allar máltíðirnar.
? Tað eru í høvuðsheitum vertirnir, sum gera av hvør matskráin verður, men tað verður gjørt í samráð við meg og við kongshúsið. Eg royni m.a. at samskipa tað so, at tey ikki fáa sama matin allastaðani. Tá so matskráirnar eru lidnar, verða tær sendar til Danmarkar til góðkenningar, greiðir Jórun Ludvig frá.
Hon sigur, at tað er sumt, sum tey kongaligu ikki vilja hava til matna, millum annað etur drotningin ikki lambskjøt, so lamb verður ongantíð á matarskránni. Og møguliga hava tey eisini onkur ynski, sum Jórun roynir at ganga á møti og flætta inn í matskráirnar.
Jórun sigur tó, at vertirnir í høvuðsheitum hava valt at seta føroyskan mat á skránna.
? Fyri tað allarmesta fær kongshúsið føroyskan mat. Men tað verður ikki hetta heilt serføroyska. Til dømis verður einki ræst á borðinum, greiðir Jórun frá.
? Tað verður nógvur matur úr havinum. Nógvur fiskur, krabbi og jákupskeljar, men tey fáa eisini fugl, t.d. lunda, sigur Jórun.
So Hennara Kongaliga hátign Mary sleppur at royna føroyska matin, uttan tó at fáa ilt í búkin.
Hotellini á odda
Á stóra galladøgverðanum, sum verður í Norðurlandahúsinum mánadagin, tá løgmaður er vertur, verður tað Hotel Føroyar, ið stendur fyri matinum.
Og á galladøgverðanum í Trongisvági kemur maturin eisini úr Havn, nevniliga av Hotel Hafnia.
Spurd, um servitrisur og hjálparfólk annars vera vanlig, lokal fólk, ella um tað eru serlig krøv til stravsfólki undir døgverðunum, svarar Jórun, at tað fyri tað mesta vera lokal fólk, ið fara at servera og hjálpa til.
? Í Trongisvági, veit eg, at tey saman við matinum eisini fáa tveir høvuðstænarar, sum líkasum skulu halda skil á og leggja lag á, tí tað skal jú vera ein ávísur høgur strandardur, tá tað er drotningin, ið er til borðs, sigur Jórun Ludvig á løgmansskrivstovuni at enda.