Tá ið tingfundur byrjaði nakrar minuttir eftir klokkan 11 í dag, vóru tey ivaleyst fleiri, sum væntaðu, at Páll á Reynatúgvu, tingformaður, fór at byrja fundin við at fráboða, at Bjarni Hammer, tingmaður, var farin í farloyvi.
Men soleiðis var tó ikki. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum segði við Kringvarpið í gjár, at hann væntaði Bjarni Hammer fór at gera sum flokkurin hevði rátt honum til, og taka farloyvi úr løgtinginum, meðan politiið kannar málið um hassj.
Tá ið eitt tingfólk skal í farloyvi úr Løgtinginum, skal tað fráboðast av formanninum á tingi, og galda minst 10 dagar. Men eingin fráboðan er so komin enn, og uttan so, at hon kemur seinni í tingfundinum í dag, so fer eitt møguligt farloyvi hjá Bjarna Hammer ikki at galda fyrr enn í fyrsta lagi í komandi viku.
Tað var mánadagin í hesari vikuni, at Sosialurin skrivaði um eitt mál, har Bjarni Hammer sigur seg hava tætt tilknýti til ein góðan vinmann, sum plagar at hava ovmikið av hassji við til Føroya. Somuleiðis skrivaði Sosialurin, at Bjarni Hammer segði seg kunna skaffa hassj til ungar kvinnur.
Løgreglan hevur nú málið um hendi.










