Ímillum klokkan sjey og átta í morgunferðsluni í morgun, fekk løgreglan boð um tvey ferðsluóhapp. Í tí fyrra óhappinum, sum hendi nakað eftir klokkan sjey, ringdi ein maður á alarmsentralin at boða frá, at tey vóru farnir út av á Oyggjarvegnum, í sjálvum svinginum í Mjørkadali.
Tvey fólk vóru í bilinum, sjálvur sat hann fastur í bilinum og slapp ikki út og hitt fólki hevði fingið ein løst í høvdið.
Løgregla, sjúkrabilur og bjargingarfólk við saksi, vórðu send á staðið og fingu fólkini úr bilinum. Tey fóru bæði á Landssjúkrahúsið til kanningar, men eru bæði útskrivað aftur.
Løgreglan sigur, at bilurin hevði nýggj og góð vetrardekk, men at tað var sera hált, so førarin misti tamarhaldið á bilinum í svinginum og fór útav. Bilurin er vrak, sigur løgreglan.
Beint fyri klokkan átta fekk løgreglan eisini boð um eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin. Har var tað ein bilur, sum kom av Víkavegnum og inn á høvuðsvegin, sum ikki helt víkiskylduna. Sostatt rendi hann á ein bil, sum kom suður eftir høvuðsvegnum. Bilarnir fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.