Eingin ákæra reist

Eingin ákæra verður reist móti læraranum, sum í fjør varð meldaður til løgregluna fyri ónærisligan atburð móti børnum.

 

Í desember í fjør varð Mentamálaráðið kunnað um, at ein mannligur lærari var meldaður til løgregluna fyri ónærisligan atburð móti børnum. Mentamálaráðið valdi at sláa kalt vatn í blóðið í fyrstu atløgu, men í januar fingu tey í Mentamálaráðnum boð um, at málið enn varð kannað, og tí varð maðurin frítikin sína ábyrgd á arbeiðsplássinum.

 

Linda Hesselberg, ákæri, váttar í dag fyri in.fo, at eingin ákæra verður reist í málinum. Løgreglan hevur kannað málið og avhoyrt fólk, men hevur valt at sleppa málinum.

 

Eftir tí Miðlahúsið skilir, varð lærarin skuldsettur fyri at hava sent ónærisligar myndir av sær sjálvum til skúlabørn.

 

Les eisini Lærari kannaður fyri ónærisligan atburð