Tormóður Stórá hevur sitið sum depilsleiðari á psykiatriska deplinum í átta ár. Starvið varð áramálssett til 1. juni í ár, og varð tískil lýst leyst í vár. Tormóður Stóra var einasti umsøkjari til starvið, tá freistin at søkja var úti 16. juni.
Men mikudagin í síðstu viku var starvið lýst leyst av nýggjum. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað er siðvenja, at lýsa starvið leyst av nýggjum, tá bert ein umsøkjari er. Orsøkin er, at tað kann hugsast, at onkur ikki hevur sæð lýsingina í fyrsta umfari.
Nú hevur Tormóður Stórá, ið eisini er yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, tikið sína umsókn aftur, og hann ivast í, um hann fer at søkja starvið á øðrum sinni. Við Kringvarpið sigur hann, at hann einki kennir til hesa siðvenju fyrr enn nú, og at tað kann tykjast, sum at leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil hava ein leiðara við einum øðrum profili. Tað vil hann taka vil eftirtektar, og vil tí hugsa seg um eina ferð afturat, áðrenn hann tekur endaliga støðu til, um hann fer at søkja starvið aftur ella ikki.
Nýggja freistin er 1. sept og er áramálssett til seks ár.










