Einaræðisharrin í Santiago deyður

Fyrrverandi kilski einaræðisharrin var ein maður, sum mong óttaðust og tað av góðum grundum, men tey seinastu árini stríddist hann ímóti sjúku og vandanum fyri at enda í fongsli.

Allur heimurin minnist myndirnar frá hernaðarkvettinum í Kili í 1973 og generalinum í hvítum yvirmannabúna og dimmum sólbrillum.

Tey næstu 17 árini var Pinochet ímyndin av einum latínamerikonskum einaræðisharra, sum bardi alla mótstøðu niður við harðari hond, og sum miskunnarleyst jagstraði sínar vinstrasinnaðu mótstøðumenn.

Fólk í tíggjutúsundatali vórðu tveitt í fongsul og pínd, fleiri túsund vórðu fyribeind, og mong hvurvu og komu ongantíð afturíaftur.

Pinochet byrjaði sína hernaðarligu lívsleið í 1937, og tey næstu 51 árini var yvrmannabúnin hansara eyðkenni. Umframt at vera heryvirmaður var hann lærari á hernaðarskúlanum.

Sum 57 ára gamal bleiv hann í 1972 tilnevndur ovasti fyri kilska herinum, og árið eftir gjørdi Salvador Allende, forseti, av at tilnevna hann verjuovasta. Teir báðir kendust væl frammanundan, men vinmenn vóru teir ikki.

Sosialisturin Allende hevði fingið høgravongin í kilskum politikki og teir stóru góðseigararnar ímóti sær, og hann hevði útvegað sær nógvar og sterkar mótstøðumenn í USA, har Richard Nixon, forseti, til fánýtis hevði roynt at forða fyri, at Alennde skuldi koma til valdið.


Vrakaður

Við hernaðarkvettinum í 1973 fekk USA harafturímóti ein trúgvan sameindan, sum rak búskaparpolitikk eftir amerikonskum leisti eins og hinir einaræðisharrarnir í Latínamerika.

Pinochet sat tryggur í forsetaembætinum líka til 1988, tá grundlógin kravdi, at fólkið skuldi taka støðu til, um hann skuldi fáa átta ár afturat í embætinum. Men tað vildi fólkið ikki. 55 prosent av veljarunum søgdu nei, og á forsetavalinum í 1989 vann kristiligi demokraturin Patricio Aylwin.

Men Pinochet var ikki tann, sum lat seg skúgva til viks, og hann helt fram sum verjuovasti í átta ár afturat. Samstundis tryggjaði hann sær lívlangt heiti sum senatorur, áðrenn hann fór úr forsetaborgini.


Í varðhaldi

Sum senatorur hevði hann lívlangt politiskt órin, men tað var kortini ikki nóg mikið til at forða fyri, at fortíðin fekk hann aftur. Tá hann í 1998 fór til Bretlands at leita sær heilsubót, bleiv hann tikin eftir áheitan frá einum sponskum dómara.

Í næstan hálvtannað ár sat Pinochet í húsavarðhaldi í London. Spania kravdi at fáa hann útflýggjaðan, men aftan á ein sjáldsaman politiskan og løgfrøðiligan dyst gjørdu bretsku myndugleikarnir av at lata hann sleppa aftur til Kili. Tann almenna grundgevingin hjá bretum var, at Pinochet var ov heilsuveikur til at møta í einum rættarsali.

Bretska avgerðin elvdi til stóra frøi millum viðhaldsfólkið hjá Pinochet í heimlandinum, men hon fekk eisini hansara mótstøðufólk at fara undir eina miðvísa ætlan, sum skuldi fella tann gamla einaræðisharran.

Í 2002 staðfesti kilski hægstirættur, at Pinochet hevði mist minnið, og at hann tí ikki var egnaður til at møta í rættinum, men í 2004 varð úrskurðurin broyttur. Tey bæði árini síðani er hann ákærdur fyri bæði dráp og fíggjarsvik, men í rættin kom hann ongantíð.