Eitt lítið stig tann rætta vegin
Eitt framstig er tó gjørt í mun til ta dispositión, sum teir vístu mær á fundi í Skúlabókagrunninum tann 1. oktober í fjør. Har hevði Ísland fingið heiðurspláss fremst við tveimum heilum opnum í stórum málistokki. Danmark slapp upp í part við á fjórðingssíðu sum lítil partur av Skandinavia. Hetta er nú rættað, og bæði Danmark, Keypmannahavn og Oyrasundsøkið fáa sítt rímiliga pláss. Hugsi, at hetta man fylgibólkurin av geografi-lærarum hava æruna av.
Nú eru knappliga leiðreglur?
Men nú vísir Magnus Tausen á, at teir fara at ”brúka teirra (HarperCollins) leiðreglur”.
Hetta er nakað nýtt! Tí tá eg samráddist um eitt samarbeiði, noktaðu teir fyri, at nakrar leiðreglur vóru til, og at nakrar leiðreglur yvirhøvur kundu brúkast. Bæði Niels Petersen og Birgir Kruse vóru sera harðmæltir á hesum øki. Teir vildu heldur ikki síggja ella taka støðu til eitt skjal við leiðreglum, sum eg hevði sett saman. Tað bleiv púra avvíst, hóast tað hevur júst sama innihald sum reglurnar hjá Collins. Nei, alt skuldi viðgerast seinni, av sakkønum.
Høvdu teir tá kunna víst á skjalið frá Collins, so hevði eg sjálvsagt kunnað gjørt hatta arbeiðið.
Gomul mistøk skula endurtakast
Og so koma fleiri andsagnir í skrivingini hjá Tausen. Hann proklamerar: ”Nýggjar útgávur byggja á undanfarnar.”
Hetta sigur okkum, at nýggja atlassið fer at hava somu feilir, sum tað gamla frá 1993. Men hevði tað gamla atlassið virt tað undanfarna (tað skrivaðu og talaðu tratitiónina), so var væl sloppið. Men Heimsatlassið ikki virdi tað, sum tá var vanligt, traditión, konventión ella vanlig hevd. Traditión ella hevd eri ikki nakað, sum verður samtykt ella bara proklamerað. Tað er natúrgrógvið.
Heimsatlassið bygdi ikki á undanfarin verk ella hevd
Hatta atlassið kom troðkandi við nøkrum skriviháttum, sum eingin tá hevði sæð fyrr.Hatta var fyri ein part ókritisk herming eftir einum íslendskum landanavnalista, og fyri ein part úrslit av vánaligari saksviðgerð í eini inkompetentari málnevnd. Onkur kallar tað nýmenning. Eitt abstrakt orð, sum kann brúkast til alt, leyst og fast, ella legitimera hvat sum helst.
Hatta atlassið skúgvaði allar vanligar formar, sum høvdu verið skrivaðir í fleiri mansaldrar, burtur. Hatta atlassið innførdi tvey alfabet, eitt til landanøvnini (uttan c, q, w, x, og z) og eitt annað, har hesir bókstavir vóru við, til onnur nøvn. Av sonnum forvirrandi.
Tvey latínsk alfabet?
Tí ljóðar løgið, tá Magnus Tausen skrivar: ”Eins og í Heimsatlassinum verður latínska stavraðið nýtt í nýggju útgávuni.” Hetta er medvitandi óklár tala. Í gamla atlassinum vóru, sum longu sagt, tveir variantar av alfabetinum: tað vanliga latínska og tað hammershaimb’ska frábrigdi. Her roynir Magnus Tausen at legitimera (geva gildi), at mistøkini, sum táverandi týðarin hjá Skúlabókagrunninum, Svenning Tausen, og Málnevndin (eisini við Svenning Tausen), uttan geografiskan førleika gjørdu, nú skulu gerast einaferð aftrat.
Magnus Tausen endurgevur ein langt brot úr Collins-skjalinum, har niðurstøðan er, at landanøvn kunna endurgevast í ”the language of the product”. Uppá henda mátan verða mistøkini í gamla atlassinum gjørd til tað einasta rætta á føroyskum.
Hvørji landanøvn hava hevd í føroyskum?
Tað eru fleiri landanøvn, sum hava hevd í føroyskum: Svøríki/Sverige, Týskland/Deutschland, Frankaríki/France, Spania/España, Grønland/Kalaallit Nunaat. Hesi og fleiri aftrat skula sjálvandi varðveitast og brúkast.
Men tað at skriva Ukreina fyri Ukraina er eingin hevdvunnin formur í føroyskum, men bara ein feilskriving, tí bæði a- og i- skula úttalast, við herðing á –i. Tað kann ikki skrivast sum føroyskt –ei.
Tað at skriva Kuveit fyri Kuwait er ikki ein hevdvunnin ella gamal navnaformur í føroyskum, men ein roynd at innføra hammershaimb’ska alfabetið, har tað ikki hoyrir heima. Tá tað kemur til transskribering av arabiskum nøvnum, so eru altjóðareglur galdandi.
Ella Simbabvi fyri Zimbabwe. Har ber slett ikki til at tosa um hevd, tí landið og navnið er so ungt, 26 ár. Fyrr kallaðist landi Suður-Rhodesia. Nei, misskilti formurin í gamla atlassinum er íkomin, tí Svenning Tausen ikki vildi brúka tað latínska alfabetið (sum Magnus Tausen villandi skrivar), tí í hesum afrikanska (ikki føroyska) navni skuldu hvørki –w ella –z sleppa framat. Og so eitt –i í endanum, tí einki føroyskt orð hevur endingina –e. Men navnið er slettis ikki føroyskt.
Um so var, at Týskland og Frankaríki ikki høvdu havt hendan gamla hevdvunna føroyska formin, men bara høvdu verið latin í ein ’føroyskan’ stavimáta, so høvdu vit fingið Doysland og Fransi, eins og gamla atlassið hevur Móritania og Simbabvi.
Gamla Heimsatlassið bygdi ikki á føroyska siðvenju ella hevd. Og 10-20 ár er alt ov stutt tíð hasin vanskapningurin kann kallast hevd ella traditión.
Hetta kann ikki sameinast
Tað er ikki sameiniligt at skriva, at tað latínska stavraðið skal brúkast, og samstundis skriva at leisturin frá gamla atlassinum skal brúkast. Her manglar logikkur.
Latínska stavraðið hevur bæði c, q, w, x og z. Leisturin viðvíkjandi landanøvnum í gamla atlassinum hevur ikki hesar bókstavir. Hvat meinar tú, Magnus Tausen. Hvat er kjarnin í málinum?
Ein fylgibólkur settur. Hví ikki tveir?
Harumframt skrivar Magnus Tausen, at ein fylgibólkur av geografum er settur. Gott - men hann skal bert ráðgeva um kortval og kortinnihald. Hann skal ikki ráðgeva um staðanøvnini. Hví ikki?
Hví ikki seta ein bólk av kompetentum geografum at ráðgeva um staðanøvnini, kanska veruliga viðgera hetta stóra málsøkið á fakligan kompetentan hátt?
At enda upplýsir Magnus Tausen okkum um, at ein biologur er settur at týða hetta geografiska atlas úr enskum. Hví ein vistfrøðikønur biologur og ikki ein atlaskompetentur geografur?