Ein túr til Norðpólin fyri 150.000 krónur

Tey, sum vilja hava eina ørvísið summarferð í ár, og sum hava ráð, fáa nú møguleikan at sleppa ein túr til Norðpólin

Bottom of Form 1
Heimsins størsti kjarnorkurikni ísbrótari, tann russiski "50 Let Pobedy", liggur nú við bryggju í Murmansk og riggar til at fara á ta fyrstu ferðina til Norðpólin við ferðafólki. Eftir ferðaætlanini fer hann fyrsta túrin tann 26. juni, og 14 dagar seinni leggur hann aftur at í Murmansk.

Ísbrótarin, sum tann russiski staturin eigur, hevur 75.000 hestakreftir og tveir kjarnorkureaktorar, og tað er nóg mikið, til at hann kann bróta sær leið ígjøgnum ísin í Arktis. Sambært ferðaskrivstovuni, sum selir ferðaseðlarnar, hevur "50 Let Pobedy" 64 kahúttir, harav nakrar eru av tí fínara slagnum. Skipið hevur eisini bókasavn, flogbóltsvøll, venjingarrúm, svimjihyl og sauna.

Á ferðini fáa ferðafólkini høvið til at eygleiða bæði roysningar og ísbjarnir, og tá skipið kemur á sjálvan Norðpólin, fáa ferðafólkini tilboð um eina ferð við luftballón yvir pólinum.

Men tað kostar at sleppa eina tílíka ferð. Prísurin er 800.000 russiskir rublar, sum svarar til knappar 150.000 krónur.