Ein tøkk til Blákrossheimið

Eg havi verið á Blákrossheiminum og fingið góða hjálp fyri mín rúsevnistrupulleika.

Eg eri rasandi yvir tað, sum verður skrivað um Blákrossheimið í Oyggjatíðindum, tí alt, sum skrivað er, er ósatt.

Blákrossheimið hevur hjálpt mongum fólkum.

Starvsfólkið á Blákrossheiminum skuldi fingið premiu, fyri teirra stríð.

Sólborg gevur okkum øllum kærleika, uttan mun til hvør ein er.

Sólborg og hini starvsfólkini hava sanniliga stríðst fyri at hjálpa okkum alkoholikarum. Tað hevur givið bonus. Nógv eru nú turrløgd.

At enda: Latið Blákrossheimið og starvsfólkini har fáa frið!

Hetta skrivi eg fyri meg sjálva, og eg ivist ikki í, at hini búfólkini, sum hava verið á Blákrossheiminum og fingið hjálp, halda við mær.


Vinarliga

Elma Fornagarð