Ein stórur fyrimunur fyri bæði seljarar og keyparar

Nýggja landingarmiðstøðin á Tvøroyri verður jólatrøll, men í næsta mánað letur hon upp og tá verður hon ein stórur fyrmunur bæði hjá teimum bátum og skipum, sum selja fisk og hjá teimum virkjum, sum keypa fisk

Landingarmiðstøð

Tað hevur ikki gingið heilt sum ætlað at fáa nýggju, framkomnu landingarmiðstøðina á Tvøroyri, lidnað.
Men dagligi leiðarin á landingarmiðstøðini, Marni Olsen, sigur, at ætlanin er at royna maskinurnar í næsta mánað og eftir ársskiftið vænta teir at fara undir virksemið av álvara.
? Tað verður neyðugt at royna maskinurnar frammanundan fyri at stilla tær inn, sum tær skulu.
Í sambandi við landingarmiðstøðina, verður eisini ein kassamiðstøð gjørd og hon fer undir virksemið í næstu viku.
Tilsamans er nýggja landingarmiðstøðin 1.300 fermetrar, harav kassamistøðin er 500 fermetrar.

Nógvir møguleikar
Í nýggju landingarmistøðini, sum stendur beint uttanfyri flakavirkið hjá Fiskavirking á Tvøroyri, verða nógvir møguleikar.
Teir hava keypt eina skiljimaskinu úr Íslandi, sum skilir fisk í átta ymsar støddir.
Tað fer at bera til at stilla maskinuna til at skilja fisk eftir teimum støddum, sum skulu brúkast til at avrokna skipini eftir.
Men hevur eitt skip frammanundan gjørt avtalu við eitt virki um at keypa fiskin, ber tað eisini til at skilja fiskin í tær serligu støddirnar, sum fiskakeyparin vil hava.
? Hóast tær ikki samsvara í stødd, ber sostatt til at gera tvær skiljingar í einum, har tað øðrumegin verður skrásett ein skiljing, sum skipini verða avroknað eftir og tað hinumegin verður skilt í kassar ella kør í tær støddir, sum virki vil hava, sigur Marni Olsen.
Tað merkir, at ein heil arbeiðsgongd verður spard. Tað sparir tíð og ger sítt til at varðveita fiskin so góðan, sum tilber.
Men vil eitt virki hava okkum at skilja fiskin í serligar støddir, gera vit eisini tað fegin.
Hann sigur, at tað ber bæði til at skilja í kør og at skilja í smærri kassar og til at skilja í bæði kassar og kør.

Betri tænastu
Marni Olsen sigur, at tá ið Landingarmiðstøðin er fingin at virka, skuldi tað ført við sær, at bæði tey, sum keypa fisk og tey, sum keypa fisk, skuldu fingið eina nógv betri tænastu, enn tey fáa í dag.
? Tá ið Landingarmiðstøðin fer at virka, fer tað at bera til hjá bátum og skipum at leggja fiskin upp her, uttan at verða bundnir at nøkrum ávísum virki.
Er ikki avtala gjørd við keyparan frammanundan, verður lastin samstundis boðin til sølu á uppboðssøluni, antin á gólvinum og um telefonina, antin til eitt virki, ella tað verða fleiri keyparar til somu last.
Á Landingarmiðstøðini skilja vit fiskin, soleiðis sum møguligur keypari vil hava hann og syrgja fyri, at virkini fáa fiskin. Ella vit kunnu pakka fisk, sum kanska skal av landinum.
? Hetta skuldi so eisini ført við sær, at tað verður nógv lættari hjá teimum ymsu fiskakeyparunum at fáa akkurat tey sløgini og akkurát tær støddirnar, teir vilja hava.
Marni Olsen heldur eisini, at hetta kann gera sítt til, at meiri arbeiði verður.
-? Hetta kann føra við sær, at fleiri smá virki fara at stinga seg upp rundanum Landingarmiðstøðina við tí endamáli at fara undir ymsar serframleiðslur.
Samanumtikið kann hetta skjótt føra við sær, at prísirnir fara upp, tí bæði fer tað at bera til at flokka fiskin meiri nágreiniliga, eins og tað fer at bera til hjá keyparunum at fáa røttu sløgini og røttu støddirnar, samstundis sum væntandi er at fleiri fiskavirki fara at stinga seg upp, so at kappingin harðnar.
Samanumtikið fer tað at vera lættari hjá teimum ymsu virkjunum at fáa fatur júst á teimum fiskasløgum, tey hava brúk fyri. Tað skuldi merkt, at tað skipini skuldu fingið hámarksprís fyri hvørt fiskaslag og hvørja støddm heldur enn sum nú, at summi fiskasløg, sum eru uppí eini last, fara fyri lítið og lætt, tí virki, sum keypir, hevur bara áhuga í einum øðrum fiskaslagi.

Saknur í
Tað skerst ikki burtur, at tað hevur verið saknur í eini slíkari landingarmiðstøð í Suðuroynni.
Tað gav eisini at bíta, tá ið íleggjarar skulu finnast, tí áhugin var sera stórur.
?Eg haldi, at øll skipini í Suðuroy hava sett pening í Landingarmiðstøðina, umframt nógvir av teimum virknu útróðrarbátunum í norðaru helvt í Suðuroy Men eisini nógv skip norðanfjørðs hava sett pening í ætlanina, umframt Fiskamarknaðurin sjálvur.
Men hóast Fiskamarknaðurin er ein av partaeigararunum, verður dentur lagdur á, at talan er um eitt sjálvstøðugt felag.
Tilsamans er partapeningurin tríggjar milliónir.
Á Landingarmiðstøðini hugsa tey mest um skipini í Suðuroy. Men teir vænta avgjørt eisini, at skip norðaneftir fara at leggja fiskin upp á støðini.
? Tað er væl hugsandi, at skip koma heldur higar at leggja fiskin upp, fyri at spara fleiri tímar í siglingstíð, sigur Marni Olsen.
Á landingarmiðstøðini verða eini fýra-fimm arbeiðspláss, men tað veldst um, hvussu stórt virksemið.