– Hetta er øgiliga keðiligt fyri barnafamiljurnar og pensjónistarnar í Tórshavnar Kommunu.
Tað halda tey í minnilutanum í Tórshavnar kommunu.
Sum vit lósu fyrr í morgun, hevur býráðið samtykt at hækka prísin fyri at svimja í svimjihøllini í Gundadali.
Men tey í minnilutanum halda tey, at hetta er eitt bakkast fyri tey, sum hava ringast ráð til at brúka pengar upp á at fara í svimjihøllina. Tey halda, at serliga fyri familjur við fleiri børnum, og pensjónistar, er hetta ein smeitur. Tey vísa á, at tað er ikki bara eitt frítíðarítriv at svimja, tað er eisini ein partur av heilsupolitikkinum.
Nú hækkingarnar verða settar í verk, verður meirinntøkan hjá svimjihøllini 300.000 krónur um ári. Men heldur enn at hækka gjøldini, heita tey í minnilutanum á meirilutan um at spara í umsitingini, eitt nú at avtaka nýstovnaðu eldranevndina, og at leggja hana saman við trivnaðarnevndini, so at trivnaðarnevndin eisini viðger eldramál, soleiðis sum hon altíð hevur gjørt.
Les eisini: Dýrari at svimja í Havn
Hinvegin halda tey í meirilutanum, at talan er um eina ógvuliga sámuliga hækking og tey eru sannførd um, at tað verður ikki hetta, sum kvalir nakra barnafamilju.
Tey vísa á, at tað er framvegis bíligt at svimja, samstundis er tað ókeypis at koyra í bussleiðini og gjøldini fyri barnansing eru lág. Tað eru veldugir fyrimunir fyri barnafamiljurnar. Og harumframt hava barnafamiljur eisini fingið skattalætta.
Les eisini: Skal vera ókeypis hjá børnum at svimja í Havn
Tey vísa á, at príshækkingin í svimjihøllini ber í sær, at tað verður ímillum 2,40 krónur og fimm krónur krónur dýrari, fyri hvørja ferð, ein svimur. Størsta hækkingin er hjá vaksnum, sum hava avsláttarkort til 10 vitjanir í svimjihøllini, tí hjá teimum verður tað átta krónur dýrari, hvørja ferð, tey svimja.